Stríðið um sessin

2016-07-10 15:10 Author image
Dimma

“Et tu, Brute?” sigast sambært Shakespeare at vera seinastu orðini frá doyggjandi rómverska keisaranum, Gaius Julius Caesar. Orðini kunnu leysliga umsetast til “Eisini tú, Brutus?”, og blivu søgdu til nú fyrrverandi vinmann og protégé Caesar’s, Marcus Junius Brutus.

Caesar hevði fingið ov nógv vald, og hetta ræddust teir í rómverska Senatinum. Loysnin á trupulleikanum var náðileys – Caesar mátti lata lív. Sostatt savnaðust Frælsismenninir, ið vóru eini trýss í tali, tann 15. mars 44 fyri Krist, at føra ætlanina út í lívið. Caesar bleiv dolkaður 23 ferðir, áðrenn hann at enda lá útbløddur og deyður á gólvinum í Pompeyska leikhúsinum.

Á odda fyri beistagerðini gekk Brutus.

 

Kríggið í Konservativa flokkinum

Hóast eingin hevur latið likamligt lív í Konservativa flokkinum í Stóra Bretlandi, so minnir henda søgan nógv um hendingarnar seinastu mánaðirnir, og serliga seinastu dagarnar. Tí tað er als ikki óhugsandi, at fleiri politisk lív verða latin í næstum, hóast vit enn ikki vita, júst hvørji tey verða.

Onkur er tó givin upp á forhond.

Bretski forsætisráðharrin David Cameron hevur longu lagt kongin, sum beinleiðis avleiðing av at hann tapti fólkaatkvøðuna, um limaskapin hjá Stóra Bretlandi í Evropeiska Samveldinum ES. 9. september 2016 er Cameron ikki longur formaður í Konservativa flokkinum, og harvið heldur ikki forsætisráðharri í Stóra Bretlandi, sjálvt um knøpp 3 ár eru eftir av valskeiðnum. Tað er altíð trupult at spáa, serliga um framtíðina, men tað munnu vera fá sum meta, at søguliga eftirmælið hjá David Cameron verður vakurt.

Beint sum Cameron hevði boðað frá, at hann fór at trekkja seg sum formann hjá teimum Konservativu, bleiv Boris Johnson mettur sum høvuðskandidatur til sessin. Boris var blivin ímyndin av Brexit rørðsluni, ið júst hevði vunnið fólkaatkvøðuna rímiliga greitt. Men henda løta, sum næsti forsætisráðharri Stóra Bretlands, skuldi vísa seg at gerast stokkut hjá Boris. Fáar tímar áðrenn evstu stund at melda seg til dystin sum komandi formaður í Konservativa flokkinum, bleiv Boris yvirhálaður innanum av vinmanni sínum Michael Gove. Michael ikki bara bjóðaði seg fram sum formansvalevni, men hann megnaði í síni fráboðan at spilla Boris so nógv út, at Boris valdi at trekkja seg, áðrenn hann yvirhøvur náddi at tilmelda seg.

 

Vinmenninir David, Boris og Michael

David Cameron, Boris Johnson og Michael Gove hava allir verið vinmenn í yvir 30 ár, og teir eru allir limir í Konservativa flokkinum.

Cameron hevur verið forsætisráðharri síðani 11. mai 2010, men verður frá 9. september 2016 fyrrverandi formaður fyri Konservativa flokkin og fyrrverandi forsætisráðharri Stóra Bretlands.

Boris hevur verið borgarstjóri í London tíðarskeiðið 2008 til 2016, og síðani 7. mai 2015 vanligur tinglimur í Undirhúsinum.

Michael Gove hevur síðani seinast val 9. mai 2015 verið løgmálaráðharri, men hevur fyrr verið millum annað útbúgvingarráðharri og tingbólkaformaður.

30 ár er long tíð. Cameron og Boris hava gingið í skúla saman, fyrst á kostskúlanum Eton og síðani á Lærda háskúlanum í Oxford. Eisini vóru teir báðir limir í tiltikna og illgitna Bullingdon Club samstundis. Michael hevur somuleiðis gingið á Lærda háskúlanum í Oxford. Hetta má tí metast at vera politiskt drama í heimsflokki. Fyrst syrgdu Boris og Michael fyri, at Cameron tapti fólkaatkvøðuna, um samband ella loysing frá Evropeiska Samveldinum. Hóast Boris endaði við at verða ímyndin av Brexit rørðsluni - saman við Nigel Farage úr loysingaflokkinum UKIP - so var tað Michael, sum var fyrstur at byrja sum forsprákari fyri Brexit, áðrenn Boris var komin umborð á Brexit skútuna.

Boris var upprunaliga rættiliga Evropa vinarligur, og ivaðist stórliga í, hvat lið hann skuldi spæla fyri í Brexit dystinum. Cameron hevði eisini væntað, at Boris var á hansara liði í Brexit dystinum. Men Michael megnaði at sannføra Boris um at skifta síðu.

Michael og Boris eru sostatt høvuðsorsøkin til, at gamli vinmaður teirra Cameron kemur at standa í søgubókunum sum forsætisráðharrin, sum setti Sameinda Kongsríkið upp á spæl, og tapti. Men Brexit dysturin var ikki meiri enn brígslaður av, tá Michael vendi sær í móti Boris, og jarðaði hansara møguleikar at gerast formaður í Konservativa flokkinum.

 

Uppsagdur sum útbúgvingarmálaráðharri

Í fyrireikingunum til valið tann 9. mai 2015, gjørdi David Cameron nakrar fatalar feilir. Tann fyrsti og størsti var sjálvsagt, at hann lovaði bretum fólkaatkvøðu um sambandið við ES, bleiv hann afturvaldur. Tann næsti var, at Cameron, eftir ráðgeving frá sínum ovasta politiska ráðgeva, valdi at flyta Michael frá sínum sessi sum útbúgvingarráðharri aftur í Undirhúsið, har hann skuldi vera tingbólkaformaður – Chief Whip.

Chief Whip var eisini starvið í Francis Underwood í sjónvarpsrøðini House of Cards hevði, áðrenn hann við snildi og fullkomnum kensluloysi, stjól amerikansa forsetasessin frá flokksfelaga sínum. Sjónvarpsrøðin House of Cards er upprunaliga bretsk – kunnu tit gita hvussu hon endar?

At verða fluttur úr stjórnini niður í Undirhúsið, verður vanliga sæð sum eitt afturstig í politisku yrkisleiðini. Og neyvan er nakar ivi um, at Michael Gove eisini sá tað á henda hátt.

Michael er kendur fyri at vera høgravendur idealistur, radikalur, og ikki minst eirindaleysur.

Kona hansara, Sarah Vine, ið hevur fastan teig í gølublaðnum Daily Mail, tweetaði nakað soleiðis eftir hendingina: “ein lúsut gerð í dag, sum Cameron seint kemur at gloyma” – og rætt fekk hon.

Hetta er nú heldur ikki einasta ferðin, at Sarah hevur vart og vegleitt mann sín. So hon er kanska ikki heilt ólík Claire Underwood? Og hóast Cameron eftir valið tók Michael inn aftur í stjórnina, tilnevndi hann enntá til løgmálaráðharra, so er sannlíkindini stór fyri, at tað var júst henda hending ið gjørdi, at Michael bleiv ein av høvuðsmonnunum aftanfyri Brexit rørðsluna og harvið banamaður Cameron’s.

 

Boris, Michael og Sarah

Beint eftir at Cameron hevði kunngjørt, at hann trekti seg sum formann og forsætisráðharra, var Boris mettur at vera mest sannlíki arvtakari hansara. Og tað sigst, at Michael enntá hevði játtað, at verða valstríðsleiðari fyri Boris í dystinum um formanssessin hjá Konservatiu. Teir høvdu júst vunnið Brexit saman, og høvdu verið vinmenn í eini 30 ár, so hvat kundi ganga galið? Men lítið visti Boris, at tað nú var hann sjálvur, sum stóð næstur í røðini hjá Michael og Sáru.

Stutt áðrenn miðnátt mikukvøldið 29. juni, dagin áðrenn evstu freist at stilla upp sum formansvalevni, valdi Michael at taka stuðulin til Boris aftur, og í staðin skjóta seg sjálvan upp sum formansvalevni. Hósmorgunin 30. juni kl. 8:53 ringdi telefonin hjá ovasta politiska ráðgeva Boris’ar.

“Hey Lynton, Michael her - Eg stilli upp - Stillar upp til hvat? - Stilli upp sum formansvaleni!”.

Boris náddi sostatt ongantíð sjálvur at stilla upp sum formansvalevni. Í orrustuni um at gerast formansvalevni, fann eisini ein teldupostur, sendur frá Sáru til Michael, fram til almenningin, har hon m.a. skrivar: “Ikki viðganga nakað. Verð so treiskur sum gjørligt. Góða eyðnu!”.

 

Ongar ætlanir um at gerast forsætisráðharri?

Tað er vanligt at politikkarar ikki vilja ásanna, at teir droyma um at gerast stjórnarleiðarar - forsætisráðharrar. Michael hevur í júst hesum spurningi verið serliga standhaftigur, og óteljandi ferðir lagt dýran við, at hann ætlar sær ikki sessin sum forsætisráðharri á nakran hátt. Hann er enntá farin so langt sum at siga, at hann slett ikki er egnaður sum forsætisráðharri. Men var tað bert spæl fyri gallarínum, í valdsstríðnum um at vinna lyklarnar til Downing Street nr. 10? Tað sær soleiðis út!

Tá Michael kunngjørdi seg sjálvan sum formansvalevni, so vóru grundgevingarnar í líka stóran mun tær, at Boris als ikki var egnaður sum forsætisráðharri, sum tær vóru, at Michael sjálvur var tann best egnaði til sessin. Í einum meira fair valdysti, og við samhuga fyri sínum vinmanni í góð 30 ár, var eingin orsøk hjá Michael at karaktermyrða Boris, samstundis sum hann boðaði frá, at hann valdi at stilla upp sjálvur. Eingin fer jú væl, av at annar fer illa – ella hvussu?

Eins og Brutus skal hava rættvístgjørt sína níðingsgerð móti Caesar við orðunum: “Tað var ikki tí, at eg ikki elskaði Caesar - eg elskaði bara Róm meiri!”, so eru grundgevingarnar frá Michael nøkulunda tær somu.

Honum dámar ógvuliga væl Boris, og hevði av øllum hjarta vónað, at Boris fór at megna at átaka sær ábyrgdina sum formaður og forsætisráðharri. Men eftir langa og drúgva eftirmeting kom Michael í sínum stilla sinni til, at tíverri var Boris ikki vaksin til uppgávuna. Tíverri var Boris ikki egnaður - hvørki sum formaður ella forsætisráðharri. Tíverri!

Michael ger hetta ikki í sjálvsøgn - Michael ger hetta av neyðsynd. Hóast hann ongantíð hevur havt ætlanir um, at gerast formaður ella forsætisráðharri, so loyvir hansara samvitska ikki, at hann sleppur bretska fólkinum soleiðis upp á fjall.

Nú, tá Michael sjálvur er best egnaður til starvið, er tað so ikki hansara skylda at átaka sær hesa ábyrgd!?

Jú, sjálvsagt!

Ella soleiðis eru svarini, spyrt tú Michael sjálvan. Tey flestu ivast tó stórliga í, um hann nú eisini trýr sær sjálvum – neyvan.

Hósdagin 7. juli var næsta innleiðandi atkvøðugreiðslan hjá Konservativa flokkinum, um hvør skal gerast komandi formaður. Í hesi innleiðandi atkvøðugreiðlsu var tað bert tingmanningin, sum hevði atkvøðurætt - og tá gjørdist Gove ov stuttur. og alt bendir á, at Theresa May verður næsti forsætisráðharri. Tað verðir í kapping við Andrea Leadsom.

So Gove gjørdist ikki formaður. Í hvussu er ikki hesaferð...

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður