Heimatíðindi

Gott ár hjá Faroe Ship

Gott ár hjá Faroe Ship

(Savnsmynd: Faroephoto)

2018-07-04 16:25 Author image
Ingi Samuelsen

Partafelagið Faroe Ship, sum er føroyski parturin av stóra íslendska flutningsfelagnum Eimskip, hevði eitt gott ár í fjør við einum avlopi á roknskapinum á oman fyri 50 milliónir krónur.

Faroe Ship hevði ein bruttovinning upp á góðar 100 milliónir í fjør, og hartil komu næstan 34 milliónir krónur til felagið, sum úrslit at kapitalpørtum. Eftir at 77 milliónir vóru goldnar í lønum og hýrum umframt avskrivingar, fíggjarligar útreiðslur og góðar 800.000 krónur í skatti, vóru 50,1 milliónir eftir á botnlinjuni, tá árið varð gjørt upp.

Úrslitið var munandi betri enn tey tvey undanfarnu árini, tá avlopið var 9 og 11 milliónir. Árið 2015 var næstan líka gott, tá úrslitið á botnlinjuni var 45,9 milliónir krónur.

Pf. Faroe Ship hevði á nýggjárinum eina eginogn upp á yvir eina hálva milliard, 522,4 milliónir krónur.

Roknskapurin hjá Pf. Faroe Ship er partur av konsernroknskapinum hjá Eimskipfélag Íslands hf.

Høvuðseigari í Pf. Faroe Ship er eitt annað felag við næstan sama navni, Pf. Faroe Ship Føroyar, sum, hóast stóran umsetning, ikki slapp úr árinum við eins góðum úrsliti og dótturfelagið.

Pf. Faroe Ship Føroyar hevði eina nettosølu á 160 milliónir krónur og ein bruttovinning á 60,4 milliónir krónur.

Tá 48,5 milliónir vóru goldnar í lønum, og fíggjarligar útreiðslur og avskrivingar vóru trektar, gjørdist úrslitið fyri árið 2,2 milliónir í minus.

Felagið hevur tó nóg mikið at tæra av, tí eginpeningurin er framvegis oman fyri 100 milliónir krónur, nærri 109,4 milliónir krónur.

Eigari av hesum felagnum er Pf. Skipafelagið Føroyar, sum Eimskipafélag Íslands hf. so eigur.

Bogi Petursson Nielsen er stjóri í øllum trimum feløgunum. Hann situr eisini í nevndini í feløgunum Skipafelagið Føroyar og Faroe Ship Føroyar, saman við Kaj Mohr Petersen og íslendinginum Braga Tór Marinsson, sum er formaður.

Í felagnum Faroe Ship er fyrrverandi stjórin í Skipafelagnum, Árni Joensen, formaður, og nevndarlimirnir eru Bragi Tór Marinsson, Gylfi Sigfússon, Olaf Olsen og Líggjas í Bø.

Kelda: vinnuvitan.biz

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður