Heimatíðindi

Gøtan út í Mykineshólm ikki ein varandi loysn

Mykineshólmur

Mykineshólmur

2019-03-28 21:00 Author image
Turið Justinussen

Semja er um, at núverandi gøtan út í Mykineshólm ikki er ein varandi loysn, men ymsar eru meiningarnar um, hvat átti at verið gjørt við hana. Tá hon á sumri í fjør varð stongd av trygdarávum, lat hetta eyguni upp fyri møguleikanum at steingja gøtuna heilt og finna eina aðra loysn, til tess at verja lundalandið á staðnum

Siglandi er til Mykinesar frá 1. mai til 31. august, og tá stoyma fólk úr øllum heraðshornum til vestastu oynna í Føroyum, Mykines, millum annað fyri at síggja lundan, ið býr har. Besti sýnisstaður er ivaleyst áleiðis út í Mykineshólm, úti í Lamba, har lundin heldur til, men gøtan hagar er ikki altíð góð at ganga eftir, og nógva gongdin, halda summi, órógvar fuglin. 

Les eisini: Ferðafólkatalið til Mykinesar tvífaldað 

Sum liður í ramsar-ætlanini fyri oynna, ið hevur til endamáls at verja um djóra- og náttúruøkir, varð í 2016 millum annað bøtt nakað um gøtuna oman í Lamba og út í Mykineshólm, ið somuleiðis varð gjørd sjónligari og merkt við pelum.

Les eisini: Nýggjar gøtur út í Mykineshólm

Gøtan er ikki ein varandi loysn
Á sumri í fjør, orsakað av vátum veðri og nógvari gongd út í Mykineshólm, valdu hagastýrisformenninir saman við Pól Sundskarði, ið tá umsat gjaldsskipannina og eftirliti við haganum og Hólminum, av trygdarávum at steðga ferðsluni eftir gøtuni ein stóran part av august mánaða.

Les eisini: Ferðslan út í Mykineshólm verður fyribils steðgað

Pól Sundskarð, ið eigur og rekur ferðaleiðarafyritøkuna, Hiking.fo, greiðir frá, at gøtan í fjør var so illa farin, og at onkur smávegis fólkaskaði var. Tað var tískil ikki ráðiligt at ganga eftir henni, og at steingja hana, hevði fleiri ágóðar:

- Tað bleiv gjørt av trygdarávum, men lat somuleiðis upp fyri nøkrum, ið ongantíð er roynt í Mykinesi áður. Nú sloppu fólk ikki longu út í Lamba, har lundin eigur og er, sigur Pól Sundskarð í samrøðu við Dimmalætting sum við vernd og varðveitslu av lundastovninum í huga heldur, at tað hevði verið skilagott, um gøtan ígjøgnum lundalandið bleiv stongd heilt fyri ferðafólki, tí ferðslan órógvar lundalandið, og hóast hon verður stongd, ber tað framvegis til at síggja nógvan lunda í Mykinesi. Eitt nú, kunnu fólk fara út á Rógvuna og síggja lundan harfrá.

- Møguliga kundi mann gjørt ekslusivar túrar einaferð um mánaðan oman í Lamba, leggur Pól Sundskarð afturat.

[object Object][object Object]
Útsýnið frá Rógvuni í Mykinesi

Sjálvlærdi djóra- og náttúruserfrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen úr Nólsoy, heldur somuleiðis, at gøtan sum hon sær út nú, ikki er ein varandi loysn, ið hevur náttúru-og djóravernd fyri eygað:

- Gøtan oman í lamba er ógvuliga brøtt, og tá tað er vátt í veðrinum, er gøtan ein øgiligur glíðibani, sum als ikki er egnaður ferðafólki at ganga á, sigur Jens-Kjeld Jensen í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Gøtan er merkt við pelum, ið eru slignir niður í lendið til at vísa fólki, hvar tey skulu ganga, men fólk ganga skeivu megin pelarnar. Tey ganga út við kantin fyri ikki at ganga stetlandi omaneftir í rununi, og hetta forskjýtur bøin.

[object Object]
Ferðafólk í Mykinesi á sumri í fjør

Les eisini: -Gøtan út í Mykineshólm er eitt runudýki

Jens-Kjeld Jensen greiðir frá, at moldin og tað føroyska grasið ikki er slitsterkt og tískil ikki tolir, áhaldandi at verða traðka á:

- Gøtan breiðkar alsamt meira, og tað oyðileggur lundalandið. Eg var har úti fyri 40-50 árum síðani, og tá var bara ein smøl rás oman ígjøgnum Lamba, har næstan eingin gekk. So fyri áleið 10-15 árum síðani byrjaðu ferðafólk av álvara at ferðast til Mykinesar, og tá bleiv gøtan ein metur breið, sigur Jens-Kjeld Jensen, ið er sannførdur um, at gøtan bert fer at halda á fram at breiðka, verður eingin betri loysn funnin.

Gongubrúgv ein møgulig loysn
- Hóast tað ikki er vakurt á at líta, kundi ein loysn til dømis verið at gjørt eina gongubrúgv við útsýnisstaði á stólpum og hevja hana ein hálvan metur uppfrá, eins og tey hava gjørt summastaðni í Skotlandi og Nýsælandi fyri at verja náttúru- og djóralív.

- Verður harafturímóti einki gjørt, haldi eg, at gøtan skal steingjast, so tað bert er gangandi oman ígjøgnum ta fyrstu trappuna. Útsýnið harfrá er ríkiliga gott, og mann sær ivaleyst av súlum og lundum, sigur Jens-Kjeld Jensen við Dimmalætting. 

Hagastýrisformenn ynskja ikki at steingja gøtuna, men at umvæla hana
Sambært hagastýrisformonnunum, varð vaktarhaldið og galdsskipanin í fjør sett á stovn til tess at verja oynna og serliga fuglin, men hagaformenninir meta í løtuni ikki, at gøtan ígjøgnum lundalandið skal steingjast heilt av somu orsøk. 

Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður í Mykinesi, heldur ikki, at gøtan skal steingjast og sostatt forða fólki, sum koma til Mykinesar fyri at síggja lundan og fuglalívið, í at ganga heilt út í Mykineshólm:

- Vit stongdu gøtuna av trygdarávum í fjør, tí veðrið var so vánaligt. Um tað aftur í ár verður neyðugt, er ilt at siga, men í løtuni haldi eg ikki, at tað er ein trupulleiki, at ferðafólk fer hagar. Tað vísir seg, at lundin gerst spakari og spakari og fer ikki undan fólki, sigur hann í samrøðu við Dimmalætting.

Ynskið er um, at restin av gøtuni, sum ikki bleiv umvæld í 2016, skal umvælast við góðum tilfari, ið egnar seg betur til vátligt veður. Vónandi áðrenn ferðafólk aftur stroyma til oynna:

- Semja er ikki ímillum hagastýrisformenninar um at steingja gøtuna. Ístaðin skal peningurin, ið kom burturúr gjaldsskipanini í fjør, brúkast til at seta hana í stand. Hetta vónandi áðrenn siglingin byrjar aftur, sigur Esbern í Eyðansstovu, ið eisini er ein av hagaformonnunum í Mykinesi.

[object Object][object Object]
Í Lamba, Mykines

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður