Heimatíðindi

Gómagott er ársins íverkseti

Gómagott er ársins íverkseti

Kirstin og Høgni Hammer frá Gómagott saman við løgmanni og Bjarti Nolsøe, leiðara á Íverksetarahúsinum

2018-05-11 12:12 Author image
Ingi Samuelsen

Fyritøkan Gómagott, sum heldur til í farstøðini í Steinatúni varð í dag kosin Ársins Íverkseti 2018.

Tað var Aksel V. Johannessen, løgmaður, sum avdúkaði hetta á Íverksetaradegnum í Öström fyri løtu síðani.

Løgmaður vísti í síni grundgeving á, at Gómagott er ímyndin av íverksetan. Tað var í 2014, at Kirsten Hammer saman við manni sínum Høgna fór undir at gera meira burtur úr sínum frítíðarítrivi at gera konfekt.

At byrja við var talan um at selja á jólasølum og festivalum. Sama ár varð farið undir veruliga framleiðslu. Árið eftir fann fyritøkan eitt niðurlagt bakarí í eysturbýnum í Havn og fekk góðkenning til framleiðslu har.

Bakaríið gjørdist skjótt ov lítið, og í 2016 flutti Gómagott í gamla bankabygningin, har tað nú er farstøð í miðbýnum í Havn. Gómagott er nú kafé og konditarí eisini.

Í takkarrøðu síni vísti Kirstin Hammer á, at tað er takkað verið stórari hjálp frá einum góðum baklandi, og seinni frá dugnaligum starvsfólki, at fyritøkan er blivin so væleydnað, sum hon er.

Og so takkaði hon eisini fyri hjálpina, tey hava fingið frá Hugskotinum.

- Tað er týdningarmikið, at leikluturin hjá slíkum íverksetarahjálparum ikki verður undirmettur, segði Kirstin Hammer.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður