Heimatíðindi

Góðalív í Føroyum í summar

2020-05-15 14:36 Author image
Bryndis Hjartardóttir

- Tað er ikki bara vit sum eru rakt av korona, men eisini serliga tann føroyska ferðavinnan. Tí valdu vit at gera eitt samstarv við føroyskar fyritøkur og umseta Sólorkutúrarnar til umstøðurnar í Føroyum, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku.

Sólorka fer í summar at skipa fyri Sólorkutúrum í Vági og í Havn.
Sólorka er best kend fyri at gera skipaðar túrar til heitari lond um vári, heysti og um veturin, men hetta hevur korona lagt lok á eina løtu. Tí fara tey nú undir at skipa fyri líknandi túrum í Føroyum í summar, sum tey kalla Góðalív í Vági og í Havn.

Skipað verður fyri útferðum, busstúrum og mentartiltøkum í Vági og í Havn, og gestirnir, sum fara á túr í Havn koma at búgva á nýggja Hilton hotellinum.  

- Hetta verður eitt Sólorkusetur umsett til umstøðurnar í Føroyum við teimum mongu aktivitetunum, sum vanliga eru á Sólorkuferðunum. Hetta verða styttri túrar, enn teir til Spania plaga at vera og bólkarnir verða minni, so vit fylgja tilmælunum, sigur Tróndur Djurhuus.

Fyritøkan noyddist at avlýsa Sólorkutúrarnar í vár vegna korona og enn er ringt at siga hvussu fer at verða í heyst. Tí var avgjørt at gera eitt samstarv við fyritøkur í Føroyum um at gera líknandi túrar her í staðin og hjálpa hvørjum øðrum, greiður Tróndur frá. 

- Vit kunnu ikki lova sól, men vit kunnu lova nógvar góðar upplivingar bæði í Vági og í Havn. Okkum dáma væl at byrja uppá okkurt nýtt og hetta verður eitt spennandi summar, sigur Tróndur 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður