Kjak

Góða ordiliga ólavsøku!

2019-07-26 15:39 Author image
Øssur Winthereig

Hvør hevur funnið uppá, at ólavsøkan skal hegnast inni á Skálatrøð?

Ella er hatta rumsterilsi aftan fyri kalt ídnaðarhegn á ljótum betongklossum so týðandi partur av ólavsøkuni, at hatta skal eita ólavsøka.

Fleiri siga seg nú vilja toyggja ólavsøkuna niðan aftur í býin. Onkur droymur helst um at toyggja ólavsøkuna so langt niðan, at basarurin í KFUM vaknar aftur – tað hevði verið tann ordiliga ólavsøkan.

Og í klummuni í hesum blaði skrivar Poulina Slættanes um basarin hjá nunnunum – tað var tann ordiliga ólavsøkan, men nunnurnar góvust við fiskidamminum og nunnudukkunum í 1972.

Og enn eru kanska summi sum halda, at tá vit keyptu køld seyðarhøvd úr matvogninum hjá Jákup Andrias Mohr – tað var tann ordiliga ólavsøkan.

Ella tá vit høvdu ólavsøkukonsert og ríkisumboðsmaðurin hevði uniform og svanafjarðahúgvu – tað var ólavsøkan.

Og einki var, sum tá róð var kapp inn á vestaru vág – tað var nakað annað.

Og her ber eisini til heilt stillisliga at spyrja, um tað eisini var ólavsøka, tá konufólk gingu í cowboy-hatti í staðin fyri kýsa til føroysku klæðini – jú mín sann, var tað eisini eitt slag av ólavsøku.

Júst eitt eyðkenni við ólavsøkuni er, at hon hvørt ár eisini er nakað annað – eisini í dag.

Í sanginum hjá Elini Heinesen og Kára Jacobsen syngja tey: Fullir menn og prædikantar syngja hvør sítt lag, fólk við barnavognum — fólk, ið detta av á rað, kappróðurin liðugur, og hoyrdi tú hvør vann? Tivoli og poppkorn, og onkur makan fann.

Ólavsøkan er pluralisma!

Pláss skal vera fyri øllum: fullum monnum og prædikantum. Vit hava øll ymiskan hugburð og ymisk sjónarmið og eru sprottin um ymiskum jørðildi.

Og tað er pláss fyri næstan øllum – bara ikki køldum seyðarhøvdum.

Kanska kenna vit okkum øll, sum føroyingar á ólavsøku, men vit mugu venja okkum av við tankan um, at vit hava eina eindarmentan. Vit eru ymisk og alt er ólavsøka.

Kann vera, at ólavsøkan skal toyggjast eitt sindur landafrøðiliga, men mest týðandi er, at hon verður toygd, so øll – allir føroyingar – kenna seg eiga sítt horn, sítt stað, sína stevnu.

Størri týdning enn eitt kalt ídnaðarhegn er, at mentanarhegnið er so lágt og so vítt, at pláss er fyri øllum innanfyri ella at øll lættliga kunnu loypa innum og kenna seg vælkomnan.

Góða ólavsøku!

ØW

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður