Glasir skal hava jarðhita

2016-08-16 12:16 Author image
Dimma

Miðnámsdepilin Glasir, sum verður bygdur í Marknagili í Havn, skal hitast við grønari orku. Hetta var ikki upprunaliga ætlanin, tí meiningin var at hita Glasir við olju. Løgtingið skal nú taka støðu til spurningin.

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um at hækka samlaða kostnaðin fyri at byggja Glasir. Ein jarðhitaskipan fer ætlandi at kosta 13,4 milliónir krónur, og tí skal samlaði byggikostnaðurin hækkast úr 515 til 528,4 milliónir krónur. Lógin um at byggja skúladepilin má tí broytast samsvarandi.

Samgonguskjalið sigur, at allir almenninir nýbygningar skulu hitast við grønari orku. Eftir at hava ráðført seg við Landsverk og Umhvørvisstovuna er komið til, at ein jarðhitaskipan er grønasta loysnin.

Landsverk sigur, at við at velja grøna orku til Glasir seta vit eitt slóðbrótandi fordømi, sum uttan iva kemur at ávirka, hvussu vit hugsa upphiting av bygningum hjá tí almenna frameftir.

- Tað vil vera eitt syrgiligt afturstig fyri orkupolitikkin, um valt verður at hita ein so stórslignan og nýhugsandi bygning sum Glasir upp við olju. Tá ein hitaskipan til Glasir skal veljast, mæla vit staðiliga til, at hitapumpur vera valdar, og at man politiskt arbeiðir fyri at gera hetta møguligt, sigur Landsverk.

Umhvørvisstovan mælir í sama anda løgtinginum til at taka endaliga avgerð um at gera eina jarðhitaskipan á Glasi. Umhvørvisstovan vísir í hesum sambandi á, at loysnin er nógv grønari við minni CO2-útláti enn aðrar orkuloysnir, og at íløgan á 13 milliónir krónur loysir seg sum frá líður, tí rakstrarútreiðslurnar eru 700.000 krónur minni og nógv lægri enn fyri aðrar loysnir.

- Loysnin passar sera væl til orkupolitikkin, staðfestir Umhvørvisstovan.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, staðfestir, at tað hevur skund, at løgtingið gevur Landsverki neyðugu heimildina fyri at sleppa undan seinkingum í arbeiðnum.

- Her verður serliga hugsað um at bora neyðug hol í jørðina til grønu jarðarhitaskipanina. Harumframt er neyðugt, at neyðuga heimildin fæst til vega áðrenn ultimo august, annars kann seinkingin dýrka byggingina og útseta skúlabyrjanina, sigur Rigmor Dam í viðmerking til uppskotið.

Ætlanin er taka Glasir í nýtslu komandi skúlaár.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður