Glasir í andróðri: Vilja styrkja skapandi profilin

Glasir í andróðri: Vilja styrkja skapandi profilin

Glasir vil tillaga miðnámsútbúgvingina til samfelagið og áhugan hjá tí einstaka

2018-12-03 14:16 Author image
Turið Justinussen

Ynskið hjá Glasi at tillaga miðnámsútbúgvingina til samfelagið og listaliga áhugan hjá tí einstaka við eini námsætlan í Myndlist A, er í andróðri

Fróðskaparsetur Føroya fer komandi heyst at bjóða út útbúgving í listaligum arbeiði, sum í fyrstu atløgu fer at fevna um í rit- og tónlist, men ynskið hjá Glasi um eisini at styrkja sín skapandi profil, verður ikki eftirlíkað.  

Les eisini: Nýggj útbúgving á Fróðskaparsetrinum

Miðnámsskúlar og aðrir skúlar og háskúlar í londunum kring okkum miðsavna seg [object Object]um at fyrireika næmingar til hægri listaligan lesnað á akademi, universiteti ella øðrum myndlistaskúlum, men tílíkir møguleikar mangla í Føroyum.

Vilja styrkja skapandi profilin
Glasir hevur í løtuni bert eitt listafak á A-stigi, og tað er tónleikur. Men sambært leiðsluni á Glasi, eru tað mong, ið ynskja eina meira listaliga gymnasiala útbúgving, men sum ikki kenna seg sum tónleikarar.

Myndlist á A-stigi hevði tískil givið hesum næmingum størri og nøktandi listaligt innihald í útbúgvingina. 

Tískil hevur Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, sent Mentamálaráðnum eina loyvi- og stuðulsumsókn um at gera eina námsætlan fyri Myndlist A.

[object Object]

[object Object]

Sum ítøkiligt fyridømi, vísir Glasir á námsætlanina hjá Gefion í Keypmannahavn, sum í 2016 fekk játtað at bjóða myndlist A út. Gefion er sambært heimasíðu teirra, einasti danski miðnámsskúli, sum bjóðar Myndlist A, Samfelagsfrøði A og Enskt A út sum eina lestrarleið á miðnámsskúla. Talan er tó um eina fyribils royndaskipan. 

Gefion leggur dent á samstarvið, sum skúlin hevur við Statens Museum for Kunst, og Glasir vísir í hesum sambandi á, at samstarv longu er millum virkandi lærarar í myndlist B og C og Listasavn Føroya og Steinprent, og at hetta er eitt samstarv, sum sjálvsagt kann víðkast í og við, at báðir listastovnar leggja dent á týdningin at taka væl ímóti skúlanæmingum.

Glasir, ið er einasti miðnámsskúli í Føroyum, ið yvirhøvur bjóðar næmingunum myndlist, metir at fakbólkurin á Glasi eigur at menna eina námsætlan í Myndlist A í samstarvi við Mentamálaráðið, har serliga hugt verður at hesu donsku námsætlan.

Øll fak á hástigi skulu hava eina skrivliga próvtøku, og Glasir skjýtur upp, at tær í Myndlist A verða skipaðar á sama hátt sum tær í Tøkni A og Tilfeingi A.

Vaksandi áhugi fyri list krevur tillagan
Undirvísingin í myndlist snýr seg í stóran mun um at økja um tað visuella og fagurfrøðiliga tilvitið við at viðgera og skapa myndir, og ein grundgeving í áheitanini hjá Glasi ljóðar soleiðis:

- “Áhugin fyri list er vaksandi í samfelagnum í okkara tíð, sum javnt og samt krevur av okkum, at vit duga at týða tann dagliga myndameldurin. Myndir og myndaliðir eru alla staðni kring okkum og ongantíð hevur tørvurin á førleikanum í samband við myndagreining verið so stórur, sum hann er í dag.”

Tískil metir Glasir, at miðnámsútbúgvingin skal tillagast samsvarandi tørvinum. 

Hóskandi at bíða
Hesum er Mentamálaráðið tó ikki samt í. Tann 20. novembur fekk Glasir nevniliga tað svar frá Mentamálaráðnum, at [object Object]umsóknin var viðgjørd og ikki gingin á møti.

Grundgevingin hjá Mentamálaráðnum var, at talan er um eina nýggja lærugrein, sum í Danmak verður skipað sum ein royndarskipan og enn bert verður boðin út á einum skúla. Eins og Glasir vísti á í umsóknini, hava allar lærugreinar á A stigi krav um skrivliga próvtøku, og Mentamálaráðið metir ikki grundarlag vera fyri at skipa eina møguliga próvtøku eftir sama leisti sum í Tilfeingi A ella Tøkni A, tí talan í teimum førunum er um lærugreinar við nógv hægri tímatalið enn myndlist A. Eisini hevur Mentamálaráðið kannað námsætlanina, sum miðnámsskúlin Gefion í Danmark brúkar, og svarar soleiðis: 

- “Av tí, at talan er um eina royndaskipan, sum danskir skúlar í sera avmarkaðan mun hava tikið til sín, er tað okkara meting, at hóskandi er at bíða við at bjóða myndlist A út í Føroyum til ein eftirmeting av lærugreinini og námsætlanini er gjørd. Umsóknin verður sostatt ikki gingin á møti.”

Eg eri sjálv sera vónbrotin og undrist og ivist brádliga í hvørt ætlaninar hjá Mentamálaráðnum um listaúbúgving í Føroyum virka seriøsar

 

Sostatt verður eingin námsætlan fyri myndlist á A-stigi á Glasi framleidd fyribils, og avgerðin hjá Mentamálaráðnum hóvar Kinnu Poulsen, rithøvund, listaummælara og lektara í donskum og myndlist á Glasi, illa. Hon sigur soleiðis við Dimmalætting:

- "Eg eri sjálv sera vónbrotin og undrist og ivist brádliga í hvørt ætlaninar hjá Mentamálaráðnum um listaúbúgving í Føroyum virka seriøsar.”

Yvirskipað frágreiðing um myndlist sum lærugrein, og námsætlanir fyri Myndlist C og B kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Glasi.

Á Uddannelsesguiden stendur meira at lesa um ástøðiliga og verkliga innihaldið í  lærugreinini, Myndlist A. 

 

Meira langlesnaður