Gjaldstovan gjørt sáttmála við FarPay

Gjaldstovan gjørt sáttmála við FarPay

2018-01-09 10:35 Author image
Innsent

Í november 2017 bað Gjaldstovan tveir føroyskar KT-veitarar geva tilboð uppá uppgávuna at veita landinum tænastur sum rokningahandfaringarstøð næstu trý árini. Eftir at hava mett um prís, góðsku og tænastu varð gjørt av at gera sáttmála við Sp/f FarPay.

Kostnaðurin fyri sáttmálatíðarskeiðið er 414.000 krónur, ella 138.000 krónur um árið.

Sáttmálin, sum Gjaldstovan hevur gjørt við Sp/f FarPay um at vera rokningahandfaringarstøðin hjá landinum, merkir, at tað er bara Sp/f FarPay, sum samskiftir beinleiðis við Búskaparskipan landsins.

Hetta hevur onga broyting við sær fyri teir veitarar, sum t.d. senda talgildar rokningar umvegis Mínrokning/Rokningadepilin ella aðrar vegir.

Í stuttum kann sigast, at ein rokningahandfaringarstøð er ein KT-skipan, sum virkar sum eitt talgilt posthús. Allir stovnar, sum brúka Búskaparskipan landsins, hava eina talgilda adressu (eitt GLN-nr.).

Sendinetið, sum er gjørt til talgildar rokningar, veit, at GLN-nummurini hjá landinum eru skrásett á rokningahandfaringarstøðini hjá Sp/f FarPay. Talgildar rokningar, sum verða sendar til GLN-nummur hjá landinum, verða sjálvvirkandi stílaðar til rokningahandfaringarstøðina hjá Sp/f FarPay, sum sendir tær víðari til Búskaparskipan landsins. Eisini hjá teim veitarum, sum brúka tænastur frá Mínrokning hjá P/f Elektron og øðrum líknandi veitarum.

Umframt at virka sum talgilt posthús, ger rokningahandfaringarstøðin hjá Sp/f FarPay eisini, at talgildar rokningar, sum hava allar neyðugu upplýsingarnar, men ikki tað snið, sum landið krevur (OIOUBL), verða gjørdar um til rætta sniðið. Rokningahandfaringarstøðin hjá Sp/f FarPay kann tí eisini samanberast við eina transformatorstøð. Føroyskir veitarar kunnu halda fram at senda talgildar rokningar umvegis Sp/f FarPay ella Mínrokning/Rokningadepilin hjá Elektron, sum teir eru vanir, tí Sp/f FarPay tekur sær av at gera tær broytingar, sum lógarkravda sniðið hjá landinum møguliga hevur við sær.

Tað ber eisini til at nýta sonevndar rokningaportalar, um veitarin ikki broytir uppsetan av roknskaparskipan síni. Fleiri eru, sum bjóða slíka tænastu, og frá 1. mars 2018 verður ein rokningaportalur, sum Sp/f FarPay útvegar, eisini tøkur á www.gjaldstovan.fo.

Tíðindaskriv frá Gjaldstovuni

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður