Landsverk skjýtir upp at leggja gjald á allar tunlar

2016-06-03 08:46 Author image
Dimma

Eftirsleipið at viðlíkahalda vegakervið er nú so stórt, at Landsverk umhugsar nýggjar hættir at fíggja viðlíkahaldið. 

Tunlar eru minst tríggjar ferðir so dýrir at reka sum vanligir vegir, og tí er ein upplagdur møguleiki at leggja allar tunlarnar undir eitt gjald fyri allar, í staðin fyri bert at krevja inn fyri undirsjóvartunlarnar.

Hetta gjaldið fyri allar landstunlarnar og verandi undirsjóvartunlar kundi verið munandi lægri enn tað er í dag fyri verandi undirsjóvartunlar, tí brúkarafjøldin hevði verið tað størri.

Atvoldin til uppskotið er, at árliga játtanin á landsins fíggjarlóg til viðlíkahald av veganetinum og almennum bygningum røkkur ikki til tørvin á viðlíkahaldi. Í løtuni er samlaða eftirsleipið umleið 375 milliónir krónur.

- Vøksturin í eftirsleipi stendur við og versnar, og sum stjóri á avvarðandi stovni er tað mín uppgáva og skylda at vísa á hesar trupulleikar og samstundis peika á loysnir, sum eru við hondina. Alternativir møguleikar fyri fígging av viðlíkahaldi mugu á borðið nú, tí støðan er ikki haldgóð og versnar alsamt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, í ársfrágreiðingini. 

Í Føroyum eru samanlagt 18 tunlar. Tunlarnir eru sonevndir ”low-cost” tunlar, sum vit eisini kenna frá Noregi og Íslandi. Teir eru munandi bíligari, enn tunlar í øðrum londum, har teir ofta eru klæddir innan við betongi og flísum.

Landsverk viðlíkaheldur allar tunlar, og stendur fyri byggingini av nýggjum tunlum. Undirsjóvartunlarnir eru undantiknir. Landsverk skal hinvegin góðkenna og hava eftirlit við undirsjóvartunlunum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður