Heimatíðindi

Gist í Øðravík: Vit eru klár til summarið

Mynd: Bjarni Nygaard

Mynd: Bjarni Nygaard

2020-06-01 15:38 Author image
Katrin Johannessen

Arnbjørn í Smiðjuni og familjan yvirtóku tað gamla Hotel Øðravík ella Gistingarhúsið við Á, sum stongdi í 2012, og fóru síðan í holt við at umvæla. Alt er tikið innan úr inn á betong bæði um gólvini og inn á veggirnar, og loftið er í grovum tað einasta sum eftir er av tí gamla. Í vesinum eru bert flísarnar tær somu, annars er alt skift. Tað mesta av arbeiðnum gjørdu tey sjálvi og hetta tók sína tíð. 

- Vit ætlaðu at vera liðug til mai mánaða í fjør, men vit hava gjørt tað uppá tann mátan, at vit hava roynt at gjørt so nógv sum møguligt sjálvi og skylda so lítið sum møguligt. So tað hevur tikið tíð, og vit vóru øgiliga sein í gongd, sigur Arnbjørn í Smiðjuni.

 

Mistu og fingu

Seinna partin av summarinum í fjør lat gistingarhúsið umsíðir uppaftur við nýggja navninum Gist. Í ár er tí fyrsta heila summarið, tey hava opið. Men korona kom og órógvaði í bókingarnar. Tá tíðindini um korona í Evropa byrjaðu at frættast, og landamørk vórðu stongd, hvurvu allar bókingarnar hjá Gist. 

- Eftir árið í fjør skuldi tað sjálvandi vera í summar, at tað skuldi vera. Tað varð tað so heldur ikki. Kundagrundarlagið minkaði nógv, tá ið korona kom. Eg haldi ikki har er ein einasta bóking eftir av teimum sum vóru áðrenn korona, sigur Arnbjørn í Smiðjuni.

Hann dugir ikki heilt at gera upp hvussu stóra fíggjarliga ávirkan korona hevur havt fyri Gist, serliga av tí, at tey so nýliga hava latið upp. Men leggur afturat at tey hava heilt víst mist, av tí at alt varð vekk og einki legðist afturat. 

- Tað eru jú fleiri útlendingar til enn tað eru føroyingar, so har eru fleiri pengar í tí. Tað skuldi verið løgið annars, sigur hann.

Eisini mistu tey eina bólkabóking uppá 56 fólk, so tað merktiskt hjá teimum, at korona gjørdi innrás. Men fyri teirra viðkomandi var tað ikki bert fíggjarligur missur av hesum.

- Men vit líða onga neyð. Heilsumyndugleikarnir leigaðu frá okkum, so vit fingu nøkur oyru í kassan tann vegin. Teir skuldu hava eitt stað at koyra fólk, um tað var nakað á Suðuroynni, og Gist liggur á einum øgiliga friðaligum og avsíðis øki við góðum plássi at ganga rundanum, um fólk skulu út at fáa fríska luft. Og ves og brúsa er á hvørjum kamari, sigur Arnbjørn í Smiðjuni.

[object Object]

(Mynd: Bjarni Nygaard)

 

Matstovan er burtur

Gist hevur 16 kømur, men pláss er til heili 54 gistandi, tá fult er. Tað er tí, at familjur hava møguleika at búgva upp til fýra á einum kamari, og upp til trý í teimum smærru kømrunum.

Matstova er ikki longur á gistingarhúsinum, men har eru tveir komfýrar, frystiskáp, køliskáp og aðrir hentleikar, sum hoyra einum køki til. So tað skuldi ligið væl fyri hjá teimum gistandi at gera sær mat sjálvi.

Hugsanin er at fólk fáa lyklar, ella kanska hava eitt loyniorð til at fáa fatur á lyklunum og so passa tey annars seg sjálvi, og so verður annars tikið upp eftir teimum, tá tey fara.

Tann bygningurin, sum eldur var í fyri nøkrum árum síðani, er nú gjørdur til eitt stað til eitt skótispæl, sum gestirnir kunnu stuttleika sær við um kvøldarnar.

Meiningin er at hava ‘laser tag’, av tí at tað er trygt, og eisini yngri fólk kunnu brúka tað uttan at koma illa fyri av tí. Tað er tó ikki komið upp at koyra enn. Av tí at kundagrundarlagið minkaði so nógv, tá korona kom, hevur Arnbjørn í Smiðjuni ikki viljað brúkt ov nógvar pengar uppá slíkar eykaútreiðslur. Men hetta kann skjótt fáast uppá pláss, um nóg nógv gistandi hava áhugað fyri hesum, tí tað manglar bert at fáa útgerðina heim. Gist hevur tó góðar umstøður fyri barnafamiljur.

- Tað er barnavinarligt har sum tað liggur. Og har verður so gjørt spælipláss úti til børnini, og tá vit koma longur út móti heystinum, fara vit at gera spælipláss inni eisini, so børnini kunnu spæla har um veturin, sigur Arnbjørn í Smiðjuni og leggur afturat, at innandura spæliplássið verður har gamli ballsalurin var.

[object Object]

(Mynd: Bjarni Nygaard)


Kundu latið meira upp

Nú talið av korona smittaðum er vorðið so lágt, ikki bert í Føroyum, men eisini í ávísum Norðurlondum, sum t.d. Íslandi og Grønlandi, hevur verið frami, at ferðafólk úr hesum londum, skuldu fingið loyvi at ferðast í Føroyum í summar, av tí at møguleikin fyri smittu er so lítil.

Arnbjørn í Smiðjuni skilir væl, at fólk føra hetta fram, og er samdur í, at tað átti at verið skil í at loyvt ferðafólki frá londum, har smittan nærkast null ella enntá er á null. Men leggur afturat:

- Annars leggi eg ikki so nógv í tað. Tað ávirkar ikki okkara fíggjarligu støðu. Eg komi ígjøgnum tað allíkavæl. Men sjálvandi sigur eingin nei takk til fleiri inntøkur. Hetta er ein familjufyritøka. Vit hava annað fast arbeiði, bæði eg og konan. So hetta er okkara arbeiði nummar tvey. Men tað hevði sjálvandi verið betri, um man fekk meiri útgoldið fyri arbeiði nummar tvey enn um tað bert verður eitt lítið sindur.

Umframt at reka Gist, rekur Arnbjørn í Smiðjuni eisini Bygdaleiðir í norðary helvt av Suðuroynni, og hann vísir á, at tað skuldi ligið væl fyri hjá ferðafólki, útlendskum sum føroyskum, at ferðast kring oynna.

Møguleiki er til dømis at fara dagsútferðir uttan at neyðugt er at koyra sjálvur ella at ganga millum bygdir og síðani verða heintað og koyrd aftur til Gist. Hetta er serliga hugsað bólkum av ferðandi.

[object Object]

(Mynd: Bjarni Nygaard)

 

Nógv áhugaverd støð

Í Øðravík ber til at fara niðan til gamla tingstaðin at vitja. Í fjøllunum sunnanfyri Øðravík liggur Mannaskarð. Har bera varðagøturnar millum Øðravík, Fámjin, Hov, Porkeri og Vág saman. Stundum verður skipað fyri gonguferðum eftir hesum gomlu varðagøtunum.

Ein annar møguleikin er fjørðurin. Fleiri bátar sigla við ferðafólki. Til dømis skipar MS Thorshavn fyri bátsferðum og fiskitúrum og skjóttgangandi báturin hjá Actionboat Føroyar bjóðar útferðir, har møguleiki er at síggja vestursíðuna av Suðuroynni.

- Vestursíðan av Suðuroynni er óvanliga vøkur. Um ein hugsar um Vestmannabjørgini, so stendur vestursíðan av Suðuroynni einki aftanfyri. Eg veit ikki, um fólk vita tað, men øll vita tað so ikki, sigur Arnbjørn í Smiðjuni.

Ikki bert er Suðuroyggin vøkur, men hon hevur møguliga eisini nakað annað at bjóða føroyingum, sum sakna summar og sól.

- Tað er lýggjari í Suðuroynni enn í restini av Føroyum, serliga longur norður tú fert. Tað er so heilt sikkurt eini tvey hitastig á muni kanska onkuntíð trý. Tað er heitari í Suðuroynni, men man fær so ikki sólsting av at koma suður, sigur Arnbjørn í Smiðjuni.

Hóast korona hevur havt negativa ávirkan á bókingar og harvið inntøkur hjá gistingarhúsinum, so fella tey á Gist ikki í fátt, hvat viðvíkur summarinum.

Arnbjørn í Smiðjuni metir ikki at tey eru í vanda fyri at fara av knóranum orsaka av korona. Tað, at nógvir føroyingar velja at ferðast í egnum landi, fer at gera ein ávísan mun.

- Føroyingar fara at ferðast nógv innanlands og tað merkja vit sjálvandi eisini. Tað er ein ávísur áhugi, sum er vaksandi. Um føroyingar bara taka tað heilt til sín, sum eg haldi teir fara at gera, so bilar tað nokk ikki, sigur hann.

Tað gongur rætta vegin við bókingum, men enn er tó eingin vandi fyri plásstroti.

- Tað byrjar at koma seg aftur, men vit hava gott pláss, so vit kunnu taka rímiliga nógv afturat, sigur Arnbjørn í Smiðjuni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður