Heimatíðindi

Gist & Vist merkir góðu tíðirnar í ferðavinnuni

Gist & Vist merkir góðu tíðirnar í ferðavinnuni

(Mynd: Hotel Føroyar á Instagram)

2018-07-05 16:55 Author image
Ingi Samuelsen

Stóri aktørurin í føroysku ferðavinnuni, Pf. Gist & Vist, vísir í sínum roknskapi fyri 2017 hvussu hugaligt tað er at virka innan ferðavinnuna í hesum tíðum.

Við einum bruttovinningi á 71,4 milliónir krónur, gjørdist úrslitið góðar 9 milliónir áðrenn skatt, og 7,4 milliónir, tá skatturin var trektur.

Gist & Vist er felagið, sum eigur flest hotell og matstovur í landinum. Flaggskipini í fyritøkuni eru Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn og matstovurnar Koks og tær, ið liggja ”heima í Havn”, tey kalla.

Í mun til nógvar aðrar fyritøkur, sum virka á fleiri mótum við fleiri fyritøkum á ymsum marknaðum, so hevur hetta samtakið valt ikki at leggja virksemið í ymisk feløg. So at siga alt virksemið liggur undir hesum sama felag, Pf. Gist & Vist.

Harvið er heldur ikki møguligt hjá uttanfyristandandi at síggja hvussu tað gongur við rakstrinum hjá hvorjum gistingarhúsi ella matstovu hvør sær. Alt verður koyrt í sama pott.

Sambært roknskapinum hjá Gist & Vist, vóru í miðal 175 fólk í starvi í 2017, og teimum vórðu latin 52,5 milliónir í lønum og samsýning, harav ein góð millión fór til stjórn og nevnd.

Allur vinningurin á 7,4 milliónir krónur er lagdur aftur at eginpeninginum, sum á nýggjárinum var komin upp á góðar 27 milliónir krónur.

Gist & Vist hevur tørv á at brynja seg fíggjarliga, tí arbeitt verður við stórum ætlanum, millum annað at útbyggja bæði Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn.

Les: Hotel Føroyar tvífaldar kapasitetin 

Les eisini: Hotel Tórshavn verður tvífaldað 

Fyri at fáa eina hylling á hvussu nógvum mótum felagið arbeiðir á, ber til at hyggja at listanum yvir nøvn, sum felagið í partafelagsskrásetingini hevur tryggjað sær rætt til sum hjánøvn. Her er talan um nøvn á bæði verandi og fyrrverandi fyritøkum, og á fyritøkum, sum felagið hevur ætlað ella ætlar sær at realisera:

Hotel Tórshavn, Hotel Vágsbotn, Hostel Tórshavn, Glasstovan, Hvonn, Hvonn Brasserie, Borðkrókur, Kerjalon, Ress, Ress Wellness, Café Vágsbotn, Kaffi Vágsbotn, Voxpub, Vágspub, Vágstún, Vágs Hotel, Vox Hotel, City Hotel, Hotel.fo, Hotels.fo, Hostel.fo, Hostels.fo, Meeting.fo, Meetings.fo, Spa, Spa.fo, Etika, Koks, Kafé Østrøm Butique & Café, Steakhouse, Hotel Føroyar, Kafé Vágar, Sirm, Tarv, Útvið, Svangur, Ráðstevnur, Vistveiting, Tiltøk, Yvirhúsið, Hotel Vagar, Smyrjibreyðsbúðin

Nevnast kunnu onkur afturat, sum ikki eru við á hesum listanum: Áarstova, Ræst, Barbara, Fútastova, Mikkeller, No. 12, Eta.fo, Flogkaffi FAE og Kafé Vágar, og helst eru onnur eisini.

Eitt felag hjá stjóranum, Jóhannes Jensen, Spf. Dvøl eigur Gist & Vist saman við heilsøluni Pf. Poul Hansen. Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen, situr í nevnd felagsins saman við dananum Uffe Høeg Johansen, stjóra fyri Hindsgavl Slot við Lillebælt, Eiler Fagraklett og Gunnar í Liða, fyrrverandi tryggingarstjóra, sum er nevndarformaður.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður