Gíslatøka

2016-07-26 15:06 Author image
Jákup Højgaard

- Føroya Fiskimannafelag tingast ikki við gíslatakarar, og tað hava aðrir gíslar higartil verið fegnir um, sigur Axel Hansen, nevndarlimur.

Advokatar kunnu brúkast til mangt og hvat, og nú hevur Hanus Hansen, reiðari, so sent sín advokat, Óla Jákup Kristoffersen, í býin at agitera fyri reiðaríið í málinum um Norðing.

Advokaturin heldur framferðina hjá Fiskimannafelagnum vera ódámliga, tí felagið hevur gjørt vart við, at Norðingur ikki heldur sáttmálan og tískil heldur ikki lýkur treytirnar fyri at keypa á tilfeingis-uppboðssøluni.

Undirritaði heldur hinvegin, at tað einasta ódámliga í málinum er framferðin hjá reiðarínum og tess talsmonnum.

Líka síðani Norðingur kom í flotan, hevur Fiskimannafelagið væl og virðiliga, bæði á skrift og í talu, gjørt reiðarínum púra greitt, at tað er ídnaðarsáttmálin, sum skal fylgjast, tí Norðingur hoyrir til ídnaðarbólkin.
Tí er tað beinleiðis ósatt, tá Hanus Hansen í útvarpinum uttan mótsvar sleppur at siga, at hann onga fatan hevði av, at Fiskimannafelagið ikki góðtók, at teir brúktu nótasáttmálan.  

Reiðaríið velur sær bara ein sáttmála, sum tað finnur fyri gott at løna eftir, og brúkar so manningina sum jarnbrot at trumfa sína ætlan ígjøgnum við.

At manningin ger sum reiðarín sigur, er skiljandi, tí hann hóttir beinleiðis við at taka arbeiðsplássið undan teimum.

Menninir eru væl nøgdir, reypar reiðarin í útvarpinum.

Ja, og fleiri høvdu eisini verið nøgdir við minni enn tað, sum nótasáttmálin gevur, tí sum tíðirnar eru í uppsjóvarflotanum nú, er fortjenastan góð, sama hvat býtisprosentið er. Vænti, at tað hevði verið lætt at manna eitt føroyskt uppsjóvarskip einar 100 ferðir við einum býtisprosenti á 10, um tað skuldi verið. So var tað meira í yvirskoti hjá summum reiðaríum ella tað meira at senda til Hollands hjá øðrum reiðaríum.

Men Føroya Fiskimannafelag tingast ikki við gíslatakarar, og tað hava aðrir gíslar higartil verið fegnir um. Fyri stutt síðani var eitt annað mál, har eitt reiðarí brúkti manningina til at trýsta Fiskimannafelagið at góðtaka at løna eftir nótasáttmálanum heldur enn ídnaðarsáttmálanum.

Teir skrivaðu eisini eina áheitan til Fiskimannafelagið um hetta. Men so seint sum í gjár fekk eg tøkk frá hesum monnum fyri, at Fiskimannafelagið IKKI fylgdi áheitanini.

Hanus Hansen er næstformaður í Føroya Reiðarafelag, og Óla Jákup Kristoffersen er ein royndur vinnuadvokatur. Teir vita væl, hvussu sáttmálar virka. Og teir vita eisini væl, at tað er at  undirgrava sáttmálan, tá teir bara fara uttanum hann og gera avtalu við einstaka manning, sum eisini klárt og greitt fær at vita, at skipið verður selt aftur, um reiðaríið ikki fær sín vilja.

Kortini gera teir júst hetta við beráddum huga. Og tað er tað, sum er ódámligt í hesum málinum.

Axel Hansen
nevndarlimur, Føroya Fiskimannafelag

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður