Uttanlands

Gensjúka hjá donori førdi hálvsystkin saman

Mynd: Martin Falt

Mynd: Martin Falt

2018-11-12 16:15 Author image
Turið Justinussen

Tey fýra donsku hálvsystkini hava higartil livað heilt hvør sítt lív. Tað er tó eitt, tey hava til felags, og tað er talið 045. 045 er donortalið hjá biologiska pápa teirra

Hevði biologiski pápi teirra ikki funnið útav, at hann hevði eina álvarsama gensjúku, høvdu hálvsystkini ivaleyst aldrin hitst. 

Gensjúkan, sum donorurin hevur, kallast MEN1, og er ein sera sjáldsom og arvalig sjúka, sum kann geva svullar á innvølirnar. Vandin fyri, at børnini fáa sjúkuna, um eitt av foreldrunum hevur hana, er heili 50 prosent. Sjúkueyðkennini eru sera ymisk, eitt kann til dømis vera møði. MEN1 kann millum annað elva til krabbamein, beinbroyskni og órógvan av sjónini. Viðgerðin er treytað av slagnum av svullum, talan er um. Nakrir eru vandaleysir og kunnu viðgerast við heilivági, meðan aðrir skulu skerast burtur við skurðviðgerð.

Alt byrjaði fyri fimm árum síðani, tá Lea Lausen, ið er høvuðspersónur í nýggju heimildarsendingini hjá DR3 Red mine 68 søskende fekk at vita, at donorurin, ið er biologiski pápi hennara, var blivin sjúkur við gensjúkuni MEN1. Donorurin hevði upplýst, at hann var vorðin sjúkur, og tí varð eitt bræv frá Ríkissjúkrahúsinum sent heim til biologisku mammu Leu Lausen, har tað stóð, at donorurin var sjúkur, og at Lea Lausen tískil skuldi kannast fyri hesa somu sjúku. 

69 kvinnur eru ísáddar við sáðinum hjá hesum saman donori, og higartil hevur Lea Lausen megnað at fingið samband við tvær hálvsystrar, Katju og Camillu Jebjerg, og beiggjan, Kasper Hansen. Hon fekk samband við systrarnar umvegis ein bólk á Facebook, og hálvbeiggin, Kasper Hansen, valdi at seta seg í samband við hálvsystrina, Leu Lausen, eftir at hann hevði fingið hetta sama bræv og hevði sæð eina sending um donorbørn á TV2.

Av teimum fýra hálvsystkjunum, er tað bert Camilla Jebjerg, ið er sjúk, og læknarnir hava funnið fýra svullar eitt nú í heilanum og í arminum. Tríggjar hava teir skorið burtur, og Camilla Jebjerg gongur annars javnan til eftirlit. Hon sigur soleiðis í samrøðu við DR.dk: 

- Fyri meg, er hetta blivið gerandisdagurin. Tað er blivið ein partur av mær. Onkuntíð er tað ein skemtilig søga at fortelja, tí tað ljóðar sum ein láturlig søgugongd í einum filmi. Men fyri meg, er tað bara soleiðis, tað er.

Av tí, at táverandi lóggávan ikki hevði skyldu at kunna donorbørnini, um donorurin gjørdist sjúkur, eru tað ivaleyst fleiri av donorbørnunum, ið enn ikki vita, at tey møguliga eru sjúk. Tí stríðist Lea Lausen fyri at kunna restina av hennara hálvsystkjum við donortali 045 um sjúkuna.

Í samrøðu við DR.dk sigur Lea Lausen, at tað er munur á hvussu nógv hálvsystkin, hon ynskir at finna og hvussu nógv hon ynskir at kunnu um sjúkuna:
- Tað er ikki tí, at eg ynski at savna øll, so vit kunnu verða ein stór eydnurík familja. Tað tekur langa tíð at læra hvønn annan at kenna, hóast vit eru hálvsystkin.

Les meira her um, hvussu hesi fýra hálvsystkini hava tað við at vera hálvsystkin og uppdaga, at tey eru donorbørn, og at donorurin, og møguliga tey sjálvi, hava hesa álvarsligu gensjúku.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður