Heimatíðindi

Gásadalsgarður heiðraður fyri nýmenning

Gásadalsgarður heiðraður fyri nýmenning

Katrin Fagraklett og ommudóttirin Julia saman við John Syderbø, sum handaði heiðurslønina, og Bjarti Nolsøe frá Íverksetarahúsinum

2018-05-11 12:44 Author image
Ingi Samuelsen

- Neyvan var tað upprunaliga ætlanin, at fyritøkan skuldi blíva tann, hon er í dag.

Soleiðis segði John Syderbø, marknaðarstjóri í Føroya Tele, tá hann í dag handaði prísin Ársins Innovasjón til fólkini aftan fyri Gásadalsgarð á Íverksetaradegnum í Öström. Gásadalsgarður er eitt gott dømi um, at eitt hugskot hevur ment seg í prosessini.

At byrja við var talan um at nakað av jørð varð yvirtikið. Bygningarnir kravdu umvælingar, og tørvurin á einum sláturhúsið var eyðsýndur. Eisini var møguleikin fyri at bjóða ferðafólki okkurt til matna undir skipanini heimablídni.

- Tá tey komu eftir, at krøvini fyri eitt sláturhús ikki eru so nógv øðrvísi enn fyri eina matvørusølu, og harvið spratt hugskotið um at kombinera virksemið. So nú verður bygningurin brúktur til slakt um heysti og til at borðreiða við góðum mati um várið og summarið.

- Talan er um eitt serstakt konsept, sum kombinerar gamalt og nýtt og eisini bóndaskap og ferðavinnu. Gásadalsgarður er eitt gott dømi um innovasjón, eitt nú við yvir 1.000 vitjandi longu fyrsta árið, grundgav John Syderbø.

Katrin Fagraklett tók ímóti Granaskurðmyndini saman við ommudóttrini Juliu Jóhansdóttir Fagraklett, og takkaði lítillátin afturfyri heiðurin, sum tey ikki høvdu roknað við, tá tey fóru undir verkætlanina.

- Vit eru bara ein bóndagarður, sum arbeiðir fyri at fáa eitt sindur av inntøku við síðurnar av seyðinum. Hetta er ein stórur heiður fyri eina so lítla fyritøku, segði Katrin Fagraklett.


(Mynd: Gásadalsgarður)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður