Ganga línu tvørtur um føroyskar gjáir

Mynd: chriseyrewalker.com

Ganga línu tvørtur um føroyskar gjáir

2017-08-29 13:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað kallast "highlining" á enskum. Tú gongur á línu á einum sera sterkum og sera elastiskum bandi, og tú gongur langt. Tvørturum punkt har tað er langt niður at detta. Hesin ekstremítrótturin er higartil ikki blivin íðkaður í Føroyum. Ikki fyrr enn fýra vinfólk úr Hollandi komu til Føroya um veturin í fjør og ætlaðu sær at vera tey fyrstu. Tað fortelur heimasíðan faroeislands.fo

Við sær høvdu tey belgiaran, Chris Eyre-Walker, ið gjørdi upptøkur og filmaðu, meðan teir fýra hollendingarnir gingu, sum tey fyrstu, á línu í Føroyum.

Tað var ikki sørt vandamiklar ætlanir tey høvdu lagt sær. Tey valdu fýra støð í Føroyum at festa línur upp og ganga á. Longsta línan tey settu upp var frá Trælanípuni, og var hon 215 metrar long. Ongin av teimum hevði áður gingið so langt.

Tey valdu at koma til Føroyar tí her er veðurhart, fjarskotið og ævintýrakent. Og tí ongin nakrantíð áður, hevði gingið línu á hendan hátt í Føroyum.

Upptøkurnar sum Chris Eyre-Walker tók meðan tey vóru í Føroyum er blivið gjørt til eina 30-minuttirs langan dokumentar, sum hevur til endamáls at geva øðrum fólki íblástur. Filmurin er blivin sendur til ymsar filmsfestivalar í Evropa, og tá filmurin er blivin vístur á teimum ymsu festivalunum, kann filmurin leggjast á YouTube. Chris Eyre-Walker greiðir frá, at tað var sera avbjóðandi at gera film í harða veðrinum í Føroyum, men at hann eisini fekk nógvar fantastiskar upptøkur. 

Filmurin í fullari longd verður ikki tøkur at síggja enn, men ein treylari er blivin gjørdur og liggur á YouTube. Filmurin eitur "Dreamwalkers - The Faroes Project".

Síggj treylaran til filmin HER

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður