Heimatíðindi

Gamla Hospital: Kom bara við føroyskum pengum eisini

2018-12-15 13:02 Author image
Leif Láadal

Higartil eru tað danskar milliónir og pengar frá Fornminnisfelagnum, sum hava fíggjað umvælingina av Gamla Hospitali, sum stendur við Vestaruvág í Havn. Men tað skal ikki forða føroyskum myndugleikum at koma við upp leikin, sigur formaðurin fyri sjálvognargrunnin, sum eigur hospitalið, ið letur upp sum savn og fountainhús um eitt ár.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur funnist at, at slíkt arbeiði sum tað at umvæla Gamla Hospital í so stóran mun skal verða fíggjað úr Danmark. Hetta heldur Mortan Winther Poulsen, formaður, vera ein órímilig atfinning.

– Vit hava søkt ofta um pening í Føroyum til umvælingina, men ikki fingið nakað, so heldur enn at finnast at, so burdi landsstýrið stuðlað okkum, tí tað verður brúk fyri peningi afturat til at gera húsini heilt liðug, sigur hann.


Brot úr longri grein í Dimmalætting hesa vikuna. Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina HER

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður