Heimatíðindi

GameJam: Framleiða telduspøl í vikuskiftinum

GameJam: Framleiða telduspøl í vikuskiftinum

Mynd: Íverksetarahúsið

2017-06-14 14:18 Author image
Innsent

Komandi vikuskiftið savnast spælsmiðir á Føroya Tele at framleiða telduspøl. Tað er Íverksetarahúsið, sum í samstarvi við Føroya Tele, skipar fyri FT GameJam í høvuðsbygninginum í Hoyvík. Endamálið við tiltakinum er at geva fólki møguleikan at gera sítt egna telduspæl innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið, siga fyriskipararnir.

Heimsmarknaðurin fyri telduspøl er risastórur, og tí verður áhaldandi arbeitt við at skunda undir at koma inn á hendan marknaðin. Seinastu árini eru nøkur føroyskt telduspøl gjørd, men enn hevur onki føroyskt spæl sligið ígjøgnum. Tí hava Íverksetarahúsið og Føroya Tele tikið stig til at skapa neyðugu umstøðurnar til at gera kappingarfør telduspøl í Føroyum.

FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri at gera telduspøl. Í stuttum gongur tað út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar, og síðan at vísa tað fram.

Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tó er ikki neyðugt at hava aðrar førleikar enn ein sunnan áhuga fyri spælmenning fyri at luttaka í tiltakinum.

Tiltakið er ókeypis, og øll kunnu melda seg til.

Meira um FT GameJam kann lesast HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður