Heimatíðindi

G! brúkar bara endurnýtslugløs

(Sandurin á G! Festivalinum. Mynd: Kristfríð Tyril / Momo

(Sandurin á G! Festivalinum. Mynd: Kristfríð Tyril / Momo

2019-06-13 14:28 Author image
Hergeir Staksberg

Á G! Festivalinum ganga tey høgt upp í umhvørvið. Festivalurin liggur við við sjógvin, og tað er skjótt, at rusk endar í havinum

- Seinasta ár fóru vit undir at brúka endurnýtslugløs. Tað er eitt ynski, sum vit hava havt í nógv ár, tí vit vildu at sleppa undan eingangsgløsum. Og vit merktu beinavegin, at tað var nógv minni órudd í fjør í mun til undanfarin ár, sigur Sigvør Laksá, stjóri á G! Festivalinum. 

[object Object](Ung fólk hugna sær á G!. Mynd: Kristfríð Tyril)

Gist og Vist og G! sláa høvdini saman
- Tað var í samstarv við Gist og Vist, at vit fóru undir at framleiða endurnýtslu gløs. Tá tú keypur eitt glas av onkrum drekkandi, fært tú tíggju krónur aftur í panti fyri títt glas, og børnini hjálpa eisini væl til, tí tey garrvill eftir at heinta gløsini og tjena eitt sindur av pengum, sigur Sigvør.

Tá endurnýtslugløsini vóru gjørd, so setti Sigvør sum krav, at gløsini skuldi brúkast til øll tiltøk, har Gist og Vist syrgdu fyri mat og drekka.

- Fyri mítt viðkomandi, so snýr tað seg um umhvørvið. Endurnýtslugløsini skuldu ikki brúkast sum reklama fyri G!, tí hetta snýr seg útlukkandi um umhvørvið, sigur Sigvør.

Órudd skapar meir órudd
- Eg legði eisini merki til, at órudd skapar meir órudd. Seinasta ár var næstan onki órudd at síggja, og tá hava fólk tað eisini lættari við at halda tað ruddiligt.

Eingangsplastið sleppur heldur ikki framat, tá tað snýr seg um tallerkar, knívar, gafflar og súgvirør.

- Vit brúka bara niðurbrótiligt papp og træ, tá talan er um bestikk, kaffikoppar og súgvirør. Nú mangla vit bara eina loysn upp á sigarettstubbar. Tað slepst ikki undan, at nógvir sigarettstubbar enda á sandinum, men vit gera okkara allarbesta fyri at rudda sandin, tá festivalurin er liðugur, sigur Sigvør at enda.

Les um súluna í Mykinesi, sum reiðrast í plasti HER

Les um forsetan í Kanada, sum hevur valt at banna eingangsplasti HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður