Heimatíðindi

Fysioterapeutfelagið: Mótstríðandi heilsutilmæli skapa ørkymlan

Shutterstock

Shutterstock

2020-04-20 12:55 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Tá Fysioterapeutfelag Føroya herfyri vendi sær til landslæknan vóru boðini, at tað fór at bera til hjá okkara limum aftur at lata upp fyri viðgerðum eftir páskir. Hetta er tíverri ikki sama tilmæli, sum farsóttanevndin síðani er komin við, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Sambært felaginum varð í fyrstu atløgu mett, at økið var so mikið væl skipað, at virksemi spakuliga kundu byrja aftur eftir páskir og tey við tørvi á viðgerðum aftur kundu fáa tað. Fleiri av viðgerðarstovnunum valdu tí eisini at lata varisliga upp aftur.

Men felagið sigur, at hetta er ikki sama niðurstøða, sum farsóttanevndin síðani er komin við, har tey mæla til, at bíða til 4. Mei um alt vil væl.

Hesi tvíbýttu og mótstríðandi heilsutilmælini hava verið sera óheppin fyri fleiri av okkara limum, sum sjálvandi hava tikið boðini frá landslæknanum fyri góða vøru og longu latið varisliga uppaftur, sigur felagið.  

Samlað sæð eru fólk við rørslulikamliga tengdum trupulleikum ein hin størsti alheims sjúkrabólkurin yvirhøvur. Allar leiðreglur vísa, at hesir sjúklingar í útgangsstøðinum so vítt gjørligt fyrst og fremst skulu hava fysioterapeutiska viðgerð. Hesum leiðreglum fylgja kommunulæknarnir sjálvandi og ávísa tí nógvar av hesum sjúklingum til fysioterapeut.

Tað er eingin trupulleiki hjá fysioterapeutum at hava nógvar av hesum viðtalum í 2 metra frástøðu, eins og tað í fleiri førum ber til at hava fjarskiftisviðtalur, sum oftani eru væl egnaðar til tær fyrstu kanningarnar og viðgerðirnar.

Men hvat limirnir í felagnum nú gera, er framvegis upp til teir sjálvar at gera av. Hetta hóast niðurstøðan hjá farsóttanevndini er, at okkara limir ikki eiga at halda fram við at hava opið nú, men í hvussu er fram til 4. mai steðga okkara heilsuviðgerðum, sum annars eru ein natúrligur partur av sjálvum heilsuverkinum, skrivar felagið.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður