Ársins fyrstihjálpari skal finnast

2017-01-16 15:39 Author image
Simona Midjord

Eins og undanfarin ár ætlar Reyði Krossur Føroya at lata heiðurin "Ársins Fyrstihjálpari", hesaferð fyri 2016.

Reyði Krossur skrivar í tíðindaskrivi, at heiðurin skal latast onkrum, sum í farna ári á serligan hátt hevur givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. "Ársins Fyrstihjálpari 2016" fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, sum Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Við hesum átakinum vil Reyði Krossur varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki til at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 28. februar 2017 á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, Tórshavn.

Ársins Fyrstihjálpari verður avdúkaður týsdagin 28. mars 2017 klokkan 16 hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havn.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður