Heimatíðindi

Fyrsta betongkistan komin til Havnar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-06-28 13:12 Author image
Ingi Samuelsen

Arbeiðið við nýggja havnarlagnum úti á Skansabryggjuni er nú komið so mikið langt, at høga runda betongkistan, ið skal standa úti á endanum á grótkastinum nú er um at vera klár at seta niður á botn.

J. & K. Petersen hevur latið stoypt tvær stórar betongkistur í turrdokkini hjá Mest á Skála, tær eru 18 metrar í diametur og nakað tað sama í hædd. Tað er nakrar vikur síðani, at kisturnar vórðu lidnar, og síðan hava tær ligið á Strondum og bíðað eftir at klárt er at seta tær upp á pláss.

Tað er um at vera nú, og í góðveðrinum fyrrapartin komu so Samson og Pressarin sleipandi og skumpandi við teirri fyrstu kistuni oman gjøgnum Nólsoyarfjørð.

Kistan verður í fyrsta umfari løgd við bryggjukandin inni í ’nýhavnini’ har hon verður fylt við eitt sindur av gróti í botninum so at hon tyngist eitt sindur.

- Eftir ætlan fara vit at seta hana upp á pláss týsdagin. Vit hava planerað eitt økið á botni á 15 metra dýpi út fyri endan á grótkastinum, har kistan skal standa, greiðir Eyðfinnur Lenvig, verkætlanarleiðari hjá J&K Petersen frá.

- Kistan verður førd upp á pláss, og so verður vatn pumpað í hana, so hon spakuliga verður søkt niður á plássið, har hon skal standa, og síðan fest á botn.

Hin kistan, sum er nakað lægri skal standa undir liðini á hesi fyrstu, og tær verða festar saman og koma at skapa endan uttast á nýggja havnarlagnum.


(Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður