Fyrsta afturlatna uppboðssølan av

Mynd: Visualhunt.com

Fyrsta afturlatna uppboðssølan av

2017-08-24 15:41 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í dag var fyrsta afturlatna uppboðssølan hildin í 2017. Rættindini ið vóru til sølu vóru um 5447 tons av makreli, 1107 tons av botnfiski í russiska partinum av barentshavinum og 614 tons av botnfiski í norska partinum av barentshavinum. 

Vørn upplýsir, at uppboðssølan nú er av, og at loyvini er seld fyri:

Makrelur, 3,25 kr/kg, minsti prísur var 1,25 kr/kg

Vørn seldi makrelin fyri 17,7 milliónir krónur. Tey skipini ið keyptu loyvi vóru, Næraberg fyri 1000 tons, Høgaberg 700 tons, Borgarin 1000 tons, Fram 850 tons, Norðborg 1500 tons, Norðingur 300 tons og Tummas T 97 tons.

Botnfiskurin í bæði russiska og norska partinum av barentshavinum, 3,01 kr/kg, minsti prísur var 1,75 kr/kg.

Vørn seldi botnfiskin fyri tilsamans 5,2 milliónir krónur. Akraberg og Gadus keyptu tey 1107 tonsini av botnfiski í russiska partinum av barentshavinum. Akraberg keypti 937 tons og Gadus 170.

Sjúrðaberg keypti øll 614 tonsini av  botnfiski í norska partinum av barentshavinum.

 

 

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður