Uttanlands

Fyritøkur slíta bondini við vápnafelagsskapin

Fyritøkur slíta bondini við vápnafelagsskapin

Mynd: Visualhunt

2018-02-24 11:05 Author image
Elisa Vang

Fleiri amerikanskar fyritøkur hava slitið samstarvið við vápnafelagsskapin, NRA (the National Riffle Association), tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.

Eftir ógvusliga hópdrápið í einum skúla í Parkland í Florida, hava áhaldandi áheitanir verið um, at fyritøkur, ið á ein ella annan hátt hava tilknýti til NRA, skulu boykottast. Nógvar fyritøkur hava tikið hetta til sín, og hava slitið samstarvið við NRA.

Ein av fyritøkunum, ið hava slitið samstarvið við valdsmiklu vápnalobbyistarnar, er stóra bilaleigufyritøkan, Hertz and Enterprise, sum bjóðaði NRA-limum avsláttur.

Seinasta skúlahópdrápið í USA hevur birt alsamt meira undir kjakið um at stramma vápnaeftirlitið.

Republikanski guvernørurin í Florida, Rick Scott, hevur játtað seg til at arbeiða fyri at lækka aldursmarkið fyri at keypa vápn frá 18 árum upp í 21 ár.

Rick Scott hevur eftir øllum at døma havt viðhald við vápnafelagsskapin, og hevur fyrr verið ímóti at stramma vápnaeftirlitið í Florida. Tó so, hevur hann nú slakað, grundað á vaksandi trýst frá næmingunum, ið yvirlivdu skottilburðin í Marjory Stoneman High School í Parkland í Florida, skrivar BBC News.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður