Fyribilsstjórar settir í Betri-samtakinum

Fyribilsstjórar settir í Betri-samtakinum

2017-07-14 15:59 Author image
Leif Láadal

Nevndin fyri Betri Banka P/F hevur í dag avgjørt at seta Bjørn Mortensen í starv sum fyribilsstjóra í Betri Banka, og nevndin fyri Betri P/F hevur avgjørt at seta Mortan Poulsen sum fyribilsstjóra í Betri P/F. Tað upplýsir samtakið í skrivi sent miðlunum.

Bjørn Mortensen er dani, 49 ára gamal og hevur síðan apríl í ár sitið í nevndini fyri Betri Banka.

Hann hevur royndir úr danska bankaheiminum, har hann í tíðarskeiðnum frá 2006 til 2016 var stjóri í Nykredit Bank.

Mortan Poulsen hevur drúgvar royndir sum stjóri, og er í dag stápsleiðari í Betri P/F og næstformaður í nevndini fyri Betri Pensjón P/F.

Bjørn Mortensen og Mortan Poulsen taka við stjórasessunum í ávikavist Betri Banka og Betri P/F í dag.

Nevndirnar eru farnar í holtur við eina setanartilgongd í arbeiðnum at finna nýggjan stjóra til Betri Banka P/F og ein til Betri P/F.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður