Kjak

Fyri og eftir Cŏrōnu

2020-04-03 08:35 Author image
Tórbjørn Jacobsen

Tit ræðast meg øll, syngur ein klaksvíkingur um torvatrøllið, kyktið, ið man vera millum mest vandaleysu verur yvirhøvur. Sangurin kom mær til hugs, nú ein onnur vera, væl meiri vandamikil, í eina tíð hevur herjað tað mesta av heiminum. Cŏrōna. Ein drepari - um hon sleppur at hóreiggja sær sum henni lystir. Ymiskt er hvussu lond hava skipað seg, taklað íkomnu støðuna og hvussu líkindini eru fyri at tey so nøkulunda snikkaleys koma undan aftur hesi globalu umfarssóttini, hvørs slóð gongur aftur til upprunareiðrið í Wuhan í Kina, haðan tað fór fyri allar vindar í verøld fyri fáum mánaðum síðani.

Ein áhugaverd eygleiðing og staðfesting í málinum er, at hin nógv eftirspurda og hálovaða altjóðagerðin, globaliseringin, sum skuldi lyfta mannaættina upp á eina hægri rók, spjaddi sóttina skjótari enn annars, og úrslitið er, at nú sita gomlu nationalstatirnir á heilsuøkinum upp undir miðju í spritti, grímum, royndum, sjúkum og andlátum, í royndini at koma sum frægast, hvør í sær, burturúr tí, sum í ringasta føri kann ella kundi enda við einari vanlukku. Stórkapitalurin, sum einsamallur slapp við í atljóðagjørda elevatorinum upp á ovaru rókina, ger onki við málið, og dúvast má nú uppá hina góðu og gomlu konstruktiónina – nationalstatin.

Tað gekk annars alt so sára væl. Hegómin og hugmóðin fløktust um beinini á hvørjum øðrum. Ørandi – fyri ikki at siga vitleysir - húsaprísir settu síni egnu met hvønn dag, gardin-pimpara-bátarnir prúðkaðust um mjadnarnar og ongin hættaði sær út á landsvegin við eini bivreið fyri undir hálva aðru millión krónur, av óttanum fyri at vera hildin til spott og spe í bygdini ella býnum. Vit vóru farin undir at knoða tigulsteinar, og herða teir í eldi, fyri at smíða eitt ziggurat, sum rakk til Himmals – inn í mammonska ævinleikan. Tað gekk líka illa sum í Sinears landi á sinni, har Harrin fløkti tungumálini og varpaði tey hugmóðigu út haðani - kring um allan heimin. Rak tey út úr Bábel. Í okkara føri var tað ístaðin ein evarska lítil kinversk vera, sum bráðbremsaði ferðini í øllum heimsins samfeløgum, har nógv fara at liggja eftir á vali, táið vit einaferð hava fingið bilbukt við hina illkynjaðu Cŏrōnu. Kanska fingu vit bara eitt prei um, at vit framvegis eru ein partur av natúruni, og ikki ein vera, sum kann lætta sær á, sum um, at tyngdarmátturin bert var suspenderaður í mun menniskjað, - av øllum.

Líka lítið sum aðrar farsóttir fer hendan at gera enda á okkum, til tað hevur mannaættin sýnt seg ov resistenta í ótaldar øldir. Vit hava verið herjað av pest, kolera, gulbruna, diphteriu týfus, syfilis, polio og koppum. Sponsku sjúku, asiakrími og Hong Kong. Meslingum, reyðlingum, fárasjúku, kikhosta, skáldkoppum og skarlaksfepri. Tuberklarnir gingu eisini ringir í Føroyum, hagartil saksuningurin Dr. Magnussen fekk tamarhald á støðuni. Sum serlækni í bróstsjúku varð hann í 1936 settur í starv til tað at basa hesi vandamiklu og ofta deyðiligu sjúku. Tá vóru fleiri fiskimenn enn hornblásarar og guitarspælarar í Føroyum, og í gomlu sjófartsbókunum sæst, hvussu farið varð til verka. Fleiri síður eru lagdar av til tuberklakanningar, og seinastu ferð eg sjálvur varð kannaður - var hin 26. mai 1981. Jón á Steig tók sær av hesum. Í nýggjaru sjófartsbókunum eru síðurnar tiknar úr aftur – helst tí at vandin varð hildin at vera av. Tað er hann kortini ikki, hvørt einasta ár doyggja 1½ millión menniskju – hálvonnur millión – kring allan heimin - av tuberklum, sjúkuni, sum m.a. gjørdi enda á Kafka, Chopin, Orwell, Mikkjal á Ryggi og Jørgen-Frantz Jacobsen.

Í mun til sóttirnar, ið áður hava herjað, hevur Cŏrōna ein avgerandi fylgisvein, ið kann vera sum eitt tvíeggjað svørð. Mikið álit er í røttum og óheftum tíðindaflutningi í frælsum og demokratiskum londum, eisini í tíðarbilum sum hesum, har støðan av sóttarherjan skundisliga broytist frá tíð til aðra, men onkursvegna tykist tað, nú nakað er fráliðið, sum at hava etið heming á seg av onkrum. Sum ein yvirdosis av Cŏrōnu. Teir gotra Yemen sundur og saman, borgarakríggið í Sýria heldur fram ótarnað og hin korrupti Maduro situr framvegis fyri valdinum í Venezuela – haðani hoyra vit onki, ikki eitt kis, meðan tú á kvøldi fer undir rekkjuváðina saman við Cŏrōnu og er á fótum saman við henni aftur morgunin eftir - og frá degi til dags – higartil í tríggjar vikur. Úr hesum spyrjast tvær sjúkur – hin veruliga Cŏrōna og hin psykologiska Cŏrōna. Hendan seinra er minst líka vandamikil sótt sum hin fyrra, serliga fyri tey ið ganga hvept av deyðsangist, tí eiga miðlarnir at ansa sær, táið teir skjótt kunnu styðja undir eitt apokalyptiskt huglag, sum ger meiri skaða enn gagn. So treyst kann hetta sóttarentertainmentið´ið gerast, at tað onkuntíð gerst tragikomiskt, sum tað kvøldið Jenis av Rana var á gátt í D&C – Degi & Cŏrōnu – beint eftir at fíggjarmálaráðharrin hevði verið í varpingarklivanum. Verturin bað hann um ikki vera bangnan fyri smittu, tí alt var sprittað í umhvørvinum kring hann,  har hann stóð. Tá datt framúr hinum ivaleyst troytta uttanríkis- og mentamálaráðharranum: “Tann ómakin høvdu tit ikki havt fyri neyðini at gjørt tykkum, - Jørgen var jú her fyri eini lítlari løtu síðan(!)”

Soleiðis sum heimurin er samanskrúvaður í dag, við vørukeypi og flutningi av fólki og farmi millum lond, stendur ein heimsumfatandi heilsukreppa ikki leingi einsamøll. Verða neyðug stig ikki tikin á fleiri mótum, alt fyri eitt, kann kreppan faldast fleiri ferðir í potensi, og vit verða um ein háls, ikki bara heilsuliga, men eisini vinnuliga, fíggjar- og búskaparliga og til endans samfelagsliga. Tí er tað týdningarmikið, at tey sum eru sett fyri valdið – av fólkinum – taka neyðugar og rættar avgerðir í tøkum tíma. Ongin ivast í at støðan er álvarslig, og at hon skal takast í ramasta álvara. Ongin heimsumfatandi umfarssótt hevur higartil megnað at týnt mannaættina, tað fer Cŏrōna heldur ikki at gera. Tí ræður nógv um, hvussu vit navigera í ódnarveðrinum sum herjar, fyri at koma so heilskapað burturúr hesum sum gjørligt. Hevur tú ligið bakk á Reykjanesrygginum ella á Hvarvinum í kolandi stormi í eina viku, so ræður um at halda henni uppí, við hóskandi kraft á motorinum, eftir umstøðunum, fyri at hon ikki skal falla av og verða álopin óhøgliga av skaðasjógvum. Einaferð makar hann vindin aftur, aldurnar leggja seg og ferðin fæst uppaftur á vanligt støði.

[object Object]

Tí er umráðandi, at avgerðirnar eru strategiskt rættar. Tað ræður um at síggja fyri endan á samlaðu kreppuni, tá sett verður út í kortið. Kann ætla at ein sjúklingur sum hesin – kreppan – skal viðgerast í trimum stigum. Andgerðarstigið, viðgerðarstigið og ætlanarstigið.

Í hesum døgum fæst sjón fyri søgn um, hvussu umráðandi tað er, at eitt samfelag hevur eitt heilsuverk í toppklassa. Hetta krevur førleika í starvsliðnum, og hóast líka lítið skil fyri hesum sum heilsumálaráðharrin, haldi eg meg kortini kunna staðfesta, at hvíttkitlaða herfólk landsins hevur megnað sína uppgávu í kreppuni til UG. Shahin, Tummas, Pál, Bjarni, Lars og allur herurin annars, sum ikki kemur á skíggjan, og saman við eyðmerktu andlitunum,  leggur sál, sveitta og orku í, at vit vinna upp land - so lítið tiltuskað sum gjørligt. Hesi vitstu, saman við úrmælinginum á Debesartrøð, Debes H. Christiansen, hvat ið tey gjørdu, hóast fyritreytirnar ikki vóru tær høgligastu í landinum mitt í sjónum, sum hevur so títtan frekvens í flutningi sjó- og loftvegis fyri neyðini. Hóast ongin heilivágur enn finst andvegis Cŏrōnu, so fann heilsuverkið skipanarliga heilivágin, ið skuldi til, fyri at halda nóg fast í teymunum á sóttini úr Wuhan. Støðan er stabil – men neyðugt er framhaldandi at lurta og agera í mun til tilmælini um reinføri, spritting, frástøðu og sóttarhald.

Meðan hvíti herurin tekur sær av fyrstu fasuni, at stríðast ímóti vandanum og fáa tamarhald á honum, er tað uppgávan hjá leiðsluni í landinum at stjórna hinum báðum fasunum. Tað byrjaði við einum tíðindafundi fyri trimum vikum síðani, og tað einasta sum hendi var, at politiska leiðslan í landinum heitti á landsins løntakarar um at kava niður í ein grunn, sum arbeiðsmarknaðurin sjálvur átti. ALS-grunnin. Onkur lítisverdur snøkil afturat, men annars hendi onki annað enn tað, at nakrir púrasta onkisigandi tíðindafundir hava verið hildnir síðani við ongum boðskapi. Tann seinasti meiri undirhaldandi enn allir hinir tilsamans, har heilsumálaráðharrin líktist miðjuni í einari tvíflís – umgirdur av fútanum og Bjarna á Steig. Burturúr tí sum ikki varð sagt, kundi staðfestast, at støðan ikki var komin eitt vet útum fasuna, har heilsuverk og løgregla framvegis sótu fyri endanum. Politiska valdið var passivt, eftir øllum at døma høvdu tey ikki varnast, at processin longu var komin inn í fasu 2 og 3. Kanska sótu teir bara sum torvatrøllið á botni í súrhoyggjabrunninum og hildu, at tað sum sást í brunnagapinum var heimurin allur – støðan.

Nú er so trýst komið á ketlarnar hesar seinastu dagarnar, - andstøðuni, facebook-bólkum og teimum raktu í vinnuni fyri at takka. Ein stórur partur av tænastuvinnuni í landinum hevur laðað uppí dyrnar, eftir boðum og tilmælum frá landsins stjórn, hon er viðkvom, eisini fíggjarliga, tí er tað í hesum løtum at samfelagið, in spe, eftir at Cŏrōna er rýmd av landinum aftur, skal snikkast til. Ferðin á framleiðsluvinnuni er á einari leið, tað er fyrimunur at vera matvøruframleiðari í tíðum sum hesum, men hon heldur bara stand, soleingi svangir keyparar hava ráðini at keypa. Í so máta hava katólsku londini við Miðjarðarhavið longu slept endanum, so illa tey eru trevsað av sóttini, tí kann vandi vera fyri, at ein 150 ára gomul specialvinna, sum saltfiskaframleiðslan er, fer fyri bakka, um hon ikki verður hjálpt og stuðlað úr aktuella og væntandi tíðarbundna ódnarveðrinum.

Gjøldur hevur mangan verið gjørdur burturúr hugtakinum “at liva av at klippa hvørjum øðrum.” Vit liva og yvirliva bert av fiskivinnu og aling, tvíheldur onkur um, men so einfaldur er veruleikin ikki longur. Langt ífrá. Vit liva nevniliga á okkara døgum í stóran mun júst av at klippa hvørjum øðrum. Exporturin skal til fyri at fíggja innflutningin, men tænastuvinnurnar eru við tíðini vorðnar ein alt størri partur av føroyska búskapinum, og er tað ein orsøkin til, at kreppan nú svíður meiri enn vanligt. Framleiðslu/export-vinnan hórar so nøkulunda undan, men Havnin, t.d., sum hesa seinastu fjórðingsøldina alt meiri er farin at líkjast øðrum metropolum, í handli, vandli og tænastum, er meiri sárbær nú enn undir undanfarnum kreppum. Tí veldst nógv nú um, hvat ið landsins stavnamenn taka sær fyri. Higartil hava teir heldur dulspeknir agerað sum slotandi papageykar í kjalarvatninum hjá Mette Frederiksen. Løgmaður trívist eftir øllum døma best í tómgongd, fíggjarmálaráðharrin bíðar ráksnúgvin eftir røttu løtuni, sær og sínum til fyrimunar, og vinnumálaráðharran hava vit ikki sæð í halaferðina á, síðan hann stríddist við at físa Føgru Blómu út millum varrarnar, handan akfarsrattið - væl ískeklaður  og skoraður av við reimum og selum.

Í Dimmalætting fyri viku síðani mælti Johnny í Grótinum til, hann er fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, at syfta spunslið av landskassanum. Gera hann til eitt sjálvtøkuborð fyri hundi og heyki, og rokningina skal vanligi skattaborgarin gjalda uppá avbetaling tey næstu 30-50 árini. “Sikken en mundfuld”, sum danir taka til. Maðurin hevur kortini partvíst rætt. Vit, sum sótu í fíggjarnevnd løgtingsins árini eftir heimsumfatandi búskaparkreppuna, sum byrjaði í 2008, vóru ikki serliga fegin um at sleppa bremsunum, soleiðis, uttan víðari. Kortini varð tað gjørt, tilvitað, í vónini um at landskassin fór at fóta sær aftur, táið ein tíð var fráliðin. Tað gjørdi hann, hóast hallið okkurt árið kjálkaði tætt undir milliardini. Samfelagsskaðin var minimalur, og táið ódnin hevði lagt seg var full ferð á skútini aftur. Tá umboð fyri ávísa samgongu í dramblæti vísa til yvirskot, og samstundis høgga eftir øðrum fyri tilsvarandi hall, so er lítið skil í hesum. Hallini eftir umrøddu kreppu vórðu beinleiðis orsøkin til undanvindin í seinastu samgongu. Keynes riggaði. Støðan er øðrvísi nú, men kortini eigur politiska skipanin sum skjótast at spaða til undir skipaðum viðurskiftum, soleiðis, at vinnugreinar í tronga, orsaka av Cŏrōna-kreppuni, fáa neyðugu hjálpina fyri at vera lívførar aftur, táið tað ringasta er hæsað av. Í løtuni snýr tað seg í stóran mun um at isolera málið sum eina heilsukreppu, sum í minst møguligan mun flytir seg til at gerast ein vinnukreppa, ein fíggjar- og búskaparkreppa og til endans ein altumfavnandi samfelagskreppa. Heilsuverkið tók sær av prologinum, umvælingin av samfelagnum kom kanska ikki í tøkum tíma, men enn hevur politiska skipanin náðirnar at skriva ein rímiliga skilagóðan epilog okkum øllum til fyrimunar í eini gøvugari framtíð. Bert er at vóna, at lógarlíggin eftir ferðina á hvørvisteininum, ikki gerst óneyðuga trivaligur og hvassur, serliga í mun til at skerja persónlig frælsisrættindi, sum hoyra demokratinum til – er bulur tess. Sum abbi ein av hvíttkitlaðu hetjunum í hesum døgum einaferð tók til: “Eittans er at ansa væl, okkum einki hastar, at vit ongan fremja leik, sum okkum bindur fastar.”

Kvíggj hevur ligið um Føroyar í tríggjar vikur. Tamarhald tykist vera á støðuni. Heilsuverkið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan megnaðu fyrstu fasuna so væl, at føroyingar kunnu ganga fattir, táið hesir stovnar verða umrøddir. Kanska eru vit nú í tveimum fasum samstundis, har tey, ið eru sett at stjórna Føroyum, skulu vekta upplatingina aftur í mun til heilsuvandan. Tað er ein sera torfør uppgáva, men hetta skal gerast, við skilvísi, um stempulstengurnar ikki skulu bróta seg út ígjøgnum blokkin á samfelagnum. Yvirhøvur hava vit fylgt ráðunum frá myndugleikunum rímiliga væl, men fólkið møðist sjálvandi av støðuni, serliga í mun til frítíðartilboðini, sum liggja óbrúkt, meðan smittan herjar. T.d. leingjast mong eftir fótbóltinum, sum eisini hevur sítt egna fíggjarliga rationale. Helst eru mong samd við stjóranum í Bayern München, Karl-Heinz Rummenigge, sum nú ein dagin helt fyri, at Bundeskappingin mátti halda fram og leikast á tamb, hóast truplu umstøðurnar, sum Cŏrōna hevði gyrt um týskan fótbólt.

Hinumegin kreppuna hómast longu ein vanligur gerandisdagur, táið torvatrøllið hjá Karl Martini Samuelsen, ið tóktist hava so stóra makt, er kveistrað og foykt burtur. Tá fara vit at tosa um enn eina tíðarrokning:

 

Fyri og eftir Cŏrōnu.

 

 

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður