Heimatíðindi

Fuglafrøðingar ynskja stovnsmeting av havhestinum

Fuglafrøðingar ynskja stovnsmeting av havhestinum

Havhestur verpur bert eitt egg, annað hvørt ár (Mynd: pikasjey.fo / Jens-Kjeld Jensen)

2018-09-10 14:48 Author image
Ingi Samuelsen

Við tað at onki vísundaligt grundarlag er fyri hvussu stórur havhestastovnurin er, og heldur eingi eftirfarandi tøl fyri hvussu nógvir nátar verða tiknir, ber ikki til at siga, at føroyska nátaveiðan er burðardygg.

Og verður ein stovnur ikki troyttur burðardygt, so er vandi fyri, at hann kemur í vanda.

Enn ein nátavertíð er av ella um at vera tað. Og tey, ið hava fylgt bara eitt sindur við, kunnu staðfesta, at nógv verður tikið av hesum feita fuglaunga, ið okkum føroyingum dámar so væl hesa ársins tíð, antin hann verður kókaður saltaður ella íligin ella stoktur feskur ella skrædlaður.

Stovnurin kann vera í vanda
Fyri einum ári síðan hevði fiskifrøðingurin Sjúrður Hammer, sum eisini er formaður í Føroya Fuglafrøðifelag eina kronikk í Dimmalætting, ið fekk nakað av umrøðu, tí hann ávaraði ímóti, at havhestastovnurin kann vera í vanda.

Síðan kronikkin stóð í Dimmalætting, hevur Sjúrður Hammer ikki broytt hugsan. Men hann er eitt sindur meira varðisligur við at siga sína meining, tí hann nú er settur í starv sum fiskifrøðingur á Havstovuni, og setir harvið hægri krøv til seg sjálvan um, at hansara meiningar skulu vera vísundaliga grundaðar.

- Sum formaður í Føroya Fuglafrøðifelag haldi eg framvegis, at tørvur er á at fáa eftirfarandi stovnsmetingar og metingar av hvat veiðitrýst stovnurin tolir. Hetta er ikki galdandi bara fyri havhest, men fyri allan sjófugl, sum verður troyttur, sigur Sjúrður Hammer.


Sjúrður Hammer, til høgru, her saman við Jens-Kjeld Jensen (Mynd: jenskjeld.info / Maria Gulklett)

Í kronikkini í fjør vísti hann á, at ongar vísundaligar metingar eru gjørdar av stovninum ella veiðuni av havhestinum. Stovnurin verður mettur at liggja millum 300.000 og 500.000 pør í Føroyum, og veiðan verður hildin at liggja millum 40.000 og 80.000 um árið. Hetta gevur eina veiðu upp á onkrastaðni millum 8 og 27 prosent.

”Ongi neyv tøl finnast at rokna út nágreiniliga hvat ið ein burðardygg veiða kundi verið, men ein veiða á 20% vildi næstan sjálvsagt ikki verið burðardygg”, skrivar Sjúrður Hammer í kronikkini.

Fyrisiting ella sølubann
Formaðurin í Fuglafrøðifelagnum heitir óbeinleiðis á politisku skipanina um at taka taka ábyrgd av havhestinum, og seta í verk lóggávu av økinum.

Sjúrður Hammer vísir á, at tað er annað av tveimum tiltøkum, sum kundu verið gjørd fyri at verja havhestin og aðrar sjófuglar móti ovurveiðu.

Annað er at seta á stovn eina veiðifyrising, sum fær til vega metingar av stovninum, og sum eisini fær heimild til at fáa at vita, hvussu nógv verður veitt – tað vil siga, at øll tey, sum veiða fugl fáa eina fráboðanarskyldu. Út frá hesum tølum kann fyrisitingin koma við metingum um, hvat stovnurin tolir – eins og gjørt verður við fiskatilfeinginum – og politiska skipanin fær heimild til at seta bann í verk, um royndin gerst ov nógv.

Hin loysnin, sambært Sjúrði Hammer, er tann, sum verður brúkt í eitt nú Kanada, nevniliga at seta bann móti allari sølu av veiddum fugli.

- Hetta hevði givið eina náttúrliga avmarking av veiðuni við tað, at fólk einans kundu veitt til egið brúk, og harvið ikki kunnu fáa vinning burtur úr veiðuni. Henda loysnin hevði kanska eisini verið best fyri stovnin, altso tann økologisk rættasta.

- Men hetta hevði verið ein ópopuler loysn fyri nógv fólk, sum – eins og eg – einans fáa nátar við at fara í Vágsbotn ella á Facebook at skaffa sær kók, sigur Sjúrður Hammer.

Les kronikkina: Er føroyska nátaveiðan farin frá at vera til húsbrúk til ’olympiskt fiskarí’

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður