Heimatíðindi

Umhugsa forskúla í Fuglafirði

2016-09-26 10:33 Author image
Dimma

Tað er í sambandi við at nýggjur barnaskúli verður bygdur í Fuglafirði, at tey eru farin at hugsa um at seta ein forskúla á stovn. Sambært greinini í Skúlablaðnum verða høli til frítíðarskúla og forskúla bygd, men skúlastýrið er ikki heilt á einum máli enn.

- Bygginevndin hevur mælt til at seta á stovn forskúla, meginparturin af starvsfólkunum í skúlanum, serliga leiðarin, ynskir ein forskúla, men skúlastýrið er ikki samt um málið, sigur Ólavur Thomsen, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, sigur Ólavur Thomsen við Skúlablaðið.

Men Ólavur Thomsen er ikki í iva um, at rættast hevði verið at stovna ein forskúla.

- Tá ið børn eru um 6 ára aldur, eru tey klár at læra, og tey flestu ynskja annað enn eitt barnagarðstilboð. Nógv børn í hasum aldrinum keða seg í barnagarðinum. Skúlin hevur møgulleika at geva teimum eina góða og róliga skúlabyrjan, har tey "læra" at ganga í skúla. Tá tað er sagt, so ynski eg ikki at flyta 1. floks undirvísingina niður í forskúlan, men heldur geva børnunum møguleikan til læring ígjøgnum spæl. Skúlin fer betur at megna at taka ímóti teimum, tá ið tey byrja í 1. flokk, og næmingurin fær frá fyrsta degi í fyrsta flokki ta røttu hjálpina, sigur Ólavur Thomsen.

Les greinina í Skúlablaðnum HER

  

  

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður