Mentan

Fróði Bjarnason vann Stella Polaris/Sement

Fróði Bjarnason vann Stella Polaris/Sement
2018-04-15 14:04 Author image
Ingi Samuelsen

Fróði Bjarnason, ungur og dugnaligur sangari og sangskrivari av Eiði, vann í gjár tónleikakappingina Stella Polaris/Sement. 

Finalan varð hildin í Reinsarínum í gjárkvøldið við luttøku av seks dugnaligum bólkum og einstaklingum, ið høvdu vunnið sær luttøku í finaluni á innleiðandi umførunum hóskvøldið og fríggjakvøldið. 

Eftir at bólkarnir høvdu roynt seg á pallinum enn einaferð í 15 minuttir hvør, avgjørdu dómararnir, at heiðurin í ár skuldi fara til Fróða Bjarnason. Nummar tvey var jazzkendi bólkurin Skjót Boðberan, meðan tungmálmsbólkurin Sperol gjørdist nummar trý. 

Hinir trý nøvnini í finaluni vóru bólkarnir Grassy Ass og Skala og so guittarsnillingurin David Eriksen. 

Fróði Bjarnason upptraðkaði saman við einum vælsvingandi bólki, mannaður av guittarleikaranum Robert Bjarnason, tangentleikaranum Rasmus Vigant Samuelsen, trummuleikaranum Tórði Dam Jacobsen og bassleikaranum Árna Jóanesarson. 

Dómarar vóru norðmaðurin Ernst Wiggo Sandbakk frá musikkkonservatoriinum í Tróndheimi, sum var høvuðsdómari, og so føroyingarnir Teitur Lassen, Maria Guttesen, Arnold Ludvig og Solveig Hanusardóttir Olsen. 

Í ár var kappingin ein samanrenning millum árligu Sement-kappingina, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og so Stella Polaris hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum annars verður hildin annað hvørt ár fyri ungar klassiskar tónleikarar, men sum nú eisini hevur fingið sína rútmisku útgávu.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður