Heimatíðindi

Frítíðarsiglarar á Norðurhøvum

Frítíðarsiglarar á Norðurhøvum

Umborð á norska bátinum Fridu hittu vit Øistein Nilsen og konu hansara Grethe

2018-06-08 13:02 Author image
Óli Olsen

Vit hittu ein teirra, Øistein Nilsen úr Halden í Noregi, sum vitjaði í Vágsbotni í Havn við báti sínum, Fridu. Hann var komin úr Oslofjørðinum nær Svøríki. Vit fingu eitt prát við norðmannin, sum var komin einsamallur hendavegin.

Øistein sigur, at hann á ferðini fyrst sigldi fram við norsku strondini til Utsira úti fyri Haugesund, áðrenn hann legði um hav til Lerwick í Hetlandi. Úr Hetlandi sigldi hann so til Føroya. Tað tók honum 30 tímar at sigla úr oynni Utsira til Lerwick og tað sama úr Hetlandi til Føroya.

Hann greiðir frá, at báturin er ein sonevndur Spjærøykrysser, krússari smíðaður á oynni Spjærøy, sum liggur úti fyri Halden í Oslofjørðinum. Tá ið Øistein í 1980 fekk bátin, hevði hann bíðað eftir honum í trý ár. So stórur er, ella var, eftirspurningurin. Frida, sum sostatt hevur 38 ár á baki, má sigast vera væl hildin, sær út sum nýggj. Borðini eru úr valdres furu, kjølur og stevni úr eik, dekkið oregon pine (amerikonsk fura) og yvirbygningur mahogni. Fyrsti motorurin var ein 30 hesta sabb diesel, men hesin er 50 hesta nanni, sigur skiparin og eigarin. Vanliga ferðin er 7 míl.

Mynd: Báturin Frida úr Halden er sonevndur Spjærøykrysser – smíðaður á oynni Spjærøy í Oslofjørðinum

Á longum túrum, sum hesum úr Suðurnoregi til Føroya, siglir Øistein Nilsen vanliga einsamallur. Men umborð hittu vit eisini konuna Grethe. Hon var komin loftvegis og skuldi eisini heim aftur við flogfari, tá ið maðurin legði til brots aftur. Tað hevur hon roynt áður.

Meðan børnini vóru smá, sigldu tey mest í heimligum umhvørvi – ”masser af turer på Sørlandet og Bohuslän kysten,” sum norðmaðurin tók til. Men sum børnini vuksu til, vórðu túrarnir longri: eitt nú til Norðurtýsklands, inn í Eystarasalt og heim aftur eftir svensku innsjógvunum og Göta kanal. Harumframt hava tey siglt norður við norsku strondini nakrar ferðir, einaferð heilt norður til Kirkenes og heim aftur til Halden.

Øistein Nilsen byrjaði yrkisleið sína á sjónum sum fiskimaður. Eftir einum tveimum árum í hesi vinnu fór hann sum jungmaður við farmaskipi og arbeiddi seg síðan upp umborð allan vegin, til hann endaði sum skipari. Bókligu útbúgvingarnar tók hann so við og við á Arendal Maritime Høgskole.

Tá ið elsta dóttirin, Anne-Gro, var fimm ár, sigldu hon og mamman Grethe saman við pápanum og manninum upp á langfart. Tað var í tveimum umførum, tilsamans sjey mánaðir. Tey sigldu farleiðina Evropa, Vesturafrika, Norður- og Suðuramerika. Hetta var við einum sonevndum bulkskipi, sum var 40.000 tons.

62 ára gamli Øistein Nilsen, sum gavst at sigla úti tíðliga í 1990-unum, hevur seinastu 26 árini verið loðsur í Oslofjørðinum og har um leiðir. Hann roknar við at fara í land, tá ið hann verður 65.

Tá ið vit at enda spyrja Øistein, hvat serligt er við at sigla frítíðarsigling á henda hátt, svarar hann soleiðis: "Eventyrlyst og spenning og å se andre plasser i egen båt."

Mynd: Sera snøggi frítíðarbáturin Frida við bryggju í Vágsbotni. Eigarmaðurin Øistein Nilsen við hondini á lúnningini

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður