Freistin at siga sína hugsan er fríggjadagin

Freistin at siga sína hugsan er fríggjadagin

2017-08-21 16:27 Author image
Innsent

Tá ið freistin er farin nú fríggjadagin, skal støða takast til, um uppskotið til stjórnarskipan skal tillagast við støði í viðmerkingum frá einstaklingum, stovnum og áhugafelagsskapum.

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

Fríggjadagin á middegi er freistin hjá øllum føroyingum at siga sína hugsan um stjórnarskipanina. Síðan ólavsøkudag hevur verið møguligt at gera viðmerkingar til uppskotið um stjórnarskipan.

- Eg fegnist um, at vit seinastu vikurnar hava fingið eitt orðaskiftið í lag um hetta stórmál. Tað er mín vón, at so nógv sum gjørligt lesa uppskotið, og siga sína hugsan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.

Tá ið freistin er farin fríggjadagin, skal støða takast til, um uppskotið skal tillagast við støði í viðmerkingum frá einstaklingum, stovnum og áhugafelagsskapum. Síðan verður uppskotið latið Løgtinginum at viðgera og samtykkja. Øll innkomin hoyringsskriv verða latin løgtingsnevndini, ið skal viðgera málið í heyst. Hetta skal tryggja, at viðmerkingarnar verða tiknar við í arbeiðið hjá løgtingsnevndini.  

- Eg havi kallað stjórnarskipanina eitt samleikaskjal, tí okkara samleiki skal ikki vera tað, vit eru ósamd um, men tað, vit eru samd um. Hetta snýr seg um at lata ósemjurnar liggja, og leggja dent á tað, vit eru samd um. Tað ber ikki til, at bara tí vit eru ósamd um loysing ella samband, so skal tað forða okkum at semjast um alt tað, vit eru samd um, vísir løgmaður á.

Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina á flaggdegnum tann 25.apríl 2017.

Stjórnarskipanaruppskotið, sum fyllir níggju síður, kann lesast HER

Dimma+ haldarar kunnu lesa søguna um stjórnarskipanartilgongdina HER

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður