Uttanlands

Franskar kvinnur mótmæla MeToo

Franskar kvinnur mótmæla MeToo

Franska leikkonan, Catherine Deneuve, er millum kendastu kvinnurnar, ið eru handan brævið (mynd: epa.eu

2018-01-10 13:03 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Eini 100 franskar kvinnur hava í felag skriva eitt opið bræv, ið vil mótmæla #MeToo rørsluni. Kvinnurnar handan brævið vilja vera við, at rørslan er vorðin ov breið, og at hon í summum førum, hevur broytt seg til eina heksajakt mótvegis mannfólki.

Franska leikkonan, Catherine Deneuve, er ein av kvinnunum handan brævið. Sambært BBC, skal Deneuve hava sagt, at menn eiga at hava rætt til at "royna eftir kvinnum". 

Í opna brævinum verður m.a. lagdur dentur á, at við útbreiðsluni og ovurstóru undirtøkuni av #MeToo rørsluni, er eitt nýtt slag av puritanismu uppstaðin. Brævið sigur, at menn eru í vanda fyri at missa starvið, bert tí at teir taka á knæið á einari kvinnu, ella at royna at fáa ein muss.
Brævið slær tó fast at neyðtøka er eitt brotsverk, men at royna eftir onkrum, óansæð um tað er á klombrutan ella áhaldandi hátt, er ikki eitt brotsverk, og skal tí ikki viðfarast soleiðis.

Fleiri franskir feministar hava verið alment úti og tikið frástøðu frá brævinum, og kritisera innihaldið av tí. Tær siga m.a. at brævið er ein roynd at leggja lok á tær søgurnar, ið mugu síggja dagsins ljós, um kynsligur ágangur skal 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður