Góða mamma tað var ikki eg

2017-01-31 08:14 Author image
Sigmund Vang

Fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin eru farnir at vaska sínar politisku hendur í málinum um, hvørt tað fram eftir skal vera ókeypis ella ikki at koyra ígjøgnum teir báðar undirsjóvartunlarnar, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, tá lánini eru afturgoldin.

Í oddagrein í Sosialinum 27. januar 2017 stendur millum annað, at fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen hevur eginleikan fram um aðrar politikarar at snara runt sum á einum tallerki – og brádliga meinar hann júst tað øvugta av tí, hann hevur sagt frammanundan.

Av tingsins røðarapalli 10. septembur 2013 segði hann sostatt Løgtinginum og øllum Føroya fólki frá, at tunnilsfeløgini skuldu rinda landinum aftur tær 395 milliónir krónurnar, sum landið hevði sett í feløgini sum partapening. Fyrr enn tá kundi tað ikki vera ókeypis ar koyra í gjøgnum tunlarnar.

Fyri at skera tað út í papp, so legði fyrrverandi løgmaður dent á, at táverandi samgongan hvørki hevði ætlanir um at at avtaka lógirnar í næstum ella at broyta tær.

Samstundis situr fyrrverandi fíggjarmálaráðharri Jørgin Niclasen og lýður á, meðan samgonguleiðari hansara slepti hesi politisku bumbuni, uttan at reagera. Hann visti sjálvandi eisini, at hann ikki fekk meiriluta í samgonguni fyri aðrari meining um málið enn løgmaður. 

Eivin Jacobsen táverandi løgtingsumboð fyri Sambandsflokkin í Vágum var tó skjótur at lofta hesi hondgranatini, ið løgmaður hansara hevði tveitt lúkst í fangið á fíggjarmálaráðharranum.

Tí setti Eivin Jacobsen ein fyrispurning til fíggjarmálaráðharran viðvíkjandi álvarsligu støðuni, sum vágafólk, og norðoyingar knappliga vóru komin í við avgjørdu útsøgn løgmans – nevnliga at bummpeningur framhaldandi skuldi krevjast, eisni aftaná at tunnilslánini vóru útgoldin.

Fíggjarmálaráðharrin var sjálvandi greiður yvir, at støðan hjá honum var vónleys, tí samgonguleiðarin hevði stungið hann í ryggin. So har var einki annað at gera enn at spæla politiskt poker. Tað gjørdi hann við at lova at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið, ið skuldi hava við sær, at ein klokkuklár løgtingssmtykt skuldi staðfesta, at tunnilsfeløgini ikki skuldu heftast fyri at gjalda partapeningin aftur í landskassan.

Sjálvandi var einki uppskot lagt fyri løgtingi, soleiðis sum fíggjarmálaráðharrin hevði lovað, tí innast inni var fíggjarmálaráðharrin greiður yvir, at hansara egna samgonga við løgmanni á odda hevði felt eitt møguligt uppskot við brestin – ella mest sannlíkt, hevði steðga tí, áðrenn tað nakrantíð varð borið í Løgtingið.

Er tað soleiðis sum oddagreinin í Sosialinum sigur frá, at núverandi løgtingsmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen hevur snarað runt á einum tallerki í hesum málið, so vísur hann yvir fyri Føroya fólki, at hann als einki trúvirði hevur eftir.

At fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin hevur ein alvorligan forkláringstrupulleika, er ikki ov nógv sagt. Hann segði seg skula leggja eitt løgtingsuppskot fram, ið rimmarfast skuldi staðfesta, at tunnilsfeløgini IKKI skuldu gjalda landskassanum partapeningin aftur, sum Løgtingið hevði játtað sum partapening í báðum undirsjóvartunlunum.

Sostatt hevur hann sjálvur alla ábyrgdina av tí eljustríði, ið nú hevur tikið seg upp um tunnilsmálið. Og í staðin fyri at taka í egnan barm, sendir hann heldur apuna víðari til sitandi samgongu og gevur henni skyldina fyri sítt egna lyftisbrot.

Sjálvur metir undirritaði, at nú er rætta løtan komin at skjóta ein tunnil ígjøgnum frá Fútakletti til Sandavágs, soleiðis at sleppast skal undan at koyra um Hálsin, ið er eitt sera hættisligt vegastrekki við kava og stormi um veturin. Hesin tunnil fer eisini at spara tey koyrandi fyri bensin- og diselútreiðslur og umhvørvið fyri dálking. 
Um bummgjaldið fór til hesa verkætlan, hevði lyftisbrotið kanska verið til at liva við.
Sjálvur kom eg einaferð á flogvøllinum í prát við norðmenn, ið arbeiddu við at gera Vágatunnilin. Teir ivaðust ikki í tá, at teir kundu sprongt í gjøgnum til Sandavágs fyri tað sama, sum vegurin frá tunlinum í Oyragjáarvegin fór at kosta.

  

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður