Heimatíðindi

Framvegis óstøðugt signal í Kollfjarðartunlinum

Mynd: lansverk

Mynd: lansverk

2020-06-24 10:48 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Í mai boðaði Landsverk frá, at arbeiðið við at bøta um útvarpssignalið í Kollafjarðartunlinum var í gongd og at arbeiðið væntandi skuldi vara í tvær vikur. 

Bilførarar, ið javnan koyra í gjøgnum tunnilin hava lagt til merkis, at lítið er broytt við útvarpssignalinum síðani. 

- Vit noyddust at gera eina nýggja skipan, sum líkist henni í hinum tunlunum. Tað er ein sendari, sum vit bíða eftir, eg tori ikki at lova nakað, men vónandi riggar alt sum tað skal um góðar tvær vikur, sigur Bjarni Petersen, økisleiðari á Landsverk.

Økisleiðarin væntar ikki at neyðugt verður at steingja tunnilin aftur, tá hetta arbeiðið skal gerast liðugt.  

Verandi skipan er nøkur ár og útgerðin treingir til at skiftast. Nýggja skipanin verður sum í hinum tunlunum, har útvarpssignal er. Ein strálikaðal verður hongdur upp undir loftið í øllum tunnlinum, sum strálar útvarpið út til bilarnar sum koyra framvið. Hetta skuldi givið eitt støðugari signal og minni lop enn við verðandi skipan, har signalið fer frá antennu til antennu. 

- Skipanin sum hevur verið í tunlinum var frá eini verkætlan, sum skúlanæmingar gjørdu á sinni. Hon hevur tænt fyri seg, men útgerðin er ikki rustfrí, so hon er rustað við tíðini og tí er signlið farið. Í løtuni bíða vit eftir sendaranum og so skjótt hann kemur verður arbeiðið gjørt liðugt, sigur Bjarni Petersen. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður