Heimatíðindi

Framtíðarbilurin smeltar saman við húsinum

Mynd: Shutterstock

Mynd: Shutterstock

2018-07-08 11:38 Author image
Leivur Hansen

Elbilar, sjálvkoyrandi bilar, orkuveiting og íbúðin kunnu ganga upp í eina hægri eind og geva minni CO2, trongsul og óhapp við betri býarumhvørvi, koyrihøgleikum og trygd. Hetta er hugsjónin hjá japansku bilaverksmiðjuni Nissan

Tá framtíðar flutningur skal leggjast til rættis, skal hugsast stórt og út um bilin. Bilarnir verða nógv meiri integreraðir í okkara lívi – við tøttum sambondum millum bil og vegir, kunningarnetverk og orkuveiting.

Tað væntar ið hvussu er Nissan, sum hevur eina hugsjón um, hvussu bilar skulu rekast, fyllast, koyrast og parkerast í framtíðini. Ikki næsta ár, men um 10 og 50 ár.

Future of Mobility-hugsjónin er ment saman við altjóða arkitektafyritøkuni Foster + Partners.

Møguleikin fyri at minka um ferðsluproppar og gera flutningin grønari er stórur, tá allir møguleikar fyri smørtum býtisbilaskipanum, sjálvkoyrandi bilum og betri stýring av orkunýtsluni verða tiknir í brúk.

Bilavinnan megnar hetta tó ikki einsamøll í framtíðini. Samstarv við vegamyndugleikar, orkufeløg og onnur er tískil neyðugt. Og hetta má fáast í lag skjótast til ber.


2,5 mia. bilar fara at fylla ov nógv

Orsøkin er millum annað, at talið á bilum í heiminum – við núverandi gongd – væntandi fer at vaksa munandi. Úr umleið einari milliard nú til umleið 2,5 milliardir í 2050. Og tá fara bilarnir at dálka og fylla alt ov nógv.

Ítøkiliga hava Foster + Partnes og Nissan skapt “The Fuel Station of the Future”, eina skipan sum skal vísa, hvussu hetta kann lata seg gera í býunum í framtíðini.

Skipanin skal taka sær av øllum – frá orkuveiting, luftgóðsku í býunum og veðurlagsbroytingum til praktisk viðurskifti í gerandisdegnum sum parkering, ferðslutrygd og løðing av elbilum.

Bilarnir í Fuel Station of the Future hjá Nissan eru sjálvkoyrandi, bæði tá tað ræður um vanliga koyring, parkering og løðing.


Finna sjálvir eitt stað at løða

Elbilar, sjálvkoyrandi bilar og induktiv løðing kann verða ein skilagóð samanseting. So kunnu elbilarnir sjálvir finna eitt stað at løða, uttan at førarin er við.

Á framtíðar bensinstøðum verður sjálvkoyrandi funksjónin týdningarmikil, so bilarnir millum annað sjálvir kunnu flyta seg runt í bústaðargøtuni.

Bilarnir finna sjálvir eitt parkeringspláss uttan at koyra runt og leita, og teir skulu sjálvir fara í gongd við at løða við hjálp av tráðleysari – induktivari – løðing. Tá bilurin er løddur, kann hann koyra onkra aðrastaðni og harvið geva pláss fyri, at aðrir bilar kunnu løða.

Sjálvvirkandi skipanir kunnu eisini gera av, hvørjir bilar skulu løðast fyrst og hvussu nógv, grundað á væntaða koyrilongd – og nær viðkomandi bilur skal brúkast.


Bilarnir læna streym til húsið og elnetið

Nissan leggur dent á, at tað er umráðandi at binda elbilin í elnetið – ein tøkni kallað V2G, vehicle to grid ella bilur í elnetið.

Við vehicle to grid (V2G)-tøknini kann elbilurin spæla intelligent saman við íbúðini. Hetta kann gagna umhvørvinum og loysa seg fíggjarliga hjá eigaranum.

Á henda hátt kann bilurin eitt skifti veita húsinum – og øllum elnetinum – orku og harvið javna fløskuhálsar í streymframleiðsluni. Samstundis kann elbilurin løðast, tá nógvur og harvið bíligur streymur er. Sum frálíður kann hetta ”kollvelta” orkunetið.

Dagsins Nissan Leaf og e-NV200 eru longu nú knýttir at elnetinum á henda hátt.


Bilurin kennir sínar vanar

Bilur framtíðarinnar – og tað er ein framtíð, sum er um at vera her – kann samskifta á mangan hátt við brúkaran og kringumstøðurnar.

Við at seta vitan um vanarnar hjá brúkaranum saman við aktuellu ferðslustøðuna, kann bilurin – í manuellari ella automatiskari støðu – finna bestu fráfaringartíðina og rutuna.

VW bjóðar til dømis longu nú eina navigatiónsskipan, ið kann finna veg – eisini uttan um ferðsluproppar – sjálvt um førarin ikki hevur sett nakað mál.

Bilurin kann eisini í automatiskari støðu samskifta við gongufólk og onnur í ferðsluni – tá kenda tøknin við eygnasambandi, handabragdi v.m. ikki kann brúkast.

Ístaðin gevur sjálvkoyrandi bilurin tekin við lyktum og elektroniskum, útvortis skeltum. Tað kann til dømis vera at gera ein súkklara aftanfyri varugan við, at ”eg havi sæð teg” ella blunka ”tú fert fyrst” til eitt bíðandi gongufólk.


Bilarnir fara at fylla minni

Sjálvkoyrandi býtisbilar geva møguleikar fyri grønari býum, heldur Nissan.

Tørvur verður á færri bilum, og teir verða lættari at goyma burtur í p-húsum.

Nissan og Foster + Partners ímynda sær eisini eina framtíð, har bilarnir fara at fylla minni og geva pláss til fleiri grøn øki og fríløtuøki.

Umframt minni tal á bilum kann trýstið á gøtuparkering minkast við, at bilarnir fara eitt sindur burtur frá íbúðini og parkera seg sjálvan á einum p-plássi undir jørð.

Hetta er als ikki ein fjar framtíð, og vit síggja eitt ynski um hesar tøknirnar í býunum longu nú, sigur elbilastjórin hjá Nissan, Gareth Dunsmore.

Kelda: FDM

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður