Heimatíðindi

Framtíðar bensinstøðir: Uppgávan tann sama

Magn við Ringvegin

Magn við Ringvegin

2018-12-06 20:24 Author image
Turið Justinussen

Hvussu fara tær mongu bensinstøðirnar at síggja út, tá tørvur ikki longur er á bensin og diesel?

Grøn orka gerst ein alsamt størri partur av samlaðu elframleiðsluni í Føroyum, og bæði Føroya Landsstýri og SEV hava boðað frá, at málið er at hava hundrað prosent varandi orku á landi í 2030. Meira nágreiniliga, snýr henda hugsjón seg um, at føroyska samfelagið so líðandi skal skifta oljuverk, bensin og oljurikin akfør út við grønar orkuloysnir.

Ætlanin er, at allir bilar í 2030 skulu verða umhvørvisvinarligir, eins og el-bilarnir eru, ið longu eru at síggja á marknaðinum. Hesir framkomnu el-, og á annan hátt umhvørvisvinarligir bilar, eru tískil týðandi liðir í hesi verkætlan.

Teir gerast alsamt bíligari at keypa, enn teir áður hava verið, og eru harafturat frítiknir skrásetingar-, veg- og umhvørvisgjald.

Harafturat eru hesir bilar eru sera ljóðveikir, tí teir koyra uppá streym, sum eisini júst er orsøkin til, at teir eru umhvørvisvinarligir. Men hetta vil eisini siga, at teir hvørki hava tørv á diesel ella bensini. 

Ein viðkomandi spurningur er tískil, hvussu tað kemur at ávirka tær mongu bensinstøðirnar í landinum, tá tørvur ikki longur er á hesum brennievnum.

Dimmalætting hevur tosað við stjórarnar á Magn og Effo.

Framtíðar bensinstøðin
Janus Thomsen, stjóri í Effo sigur soleiðis við Dimmalætting:

- Tað er sjálvsagt sera trupult at spáa um, hvat fer at henda í 2030. Vit tosa nógv um el. Menningin gongur skjótt, so tað er als ikki óhugsandi, at aðrar orkukeldir eisini koma at spæla ein leiklut innan ta tíð, eitt nú hybrid- og brintbilar. Tað verður eisini nógv granskað í diesel, og hvussu man fær reinsa hetta brennievnið so mikið, at útlátið dálkar sum minst.

- Men óansæð hvussu bilparkin sær út í 2030, so ímynda vit okkum, at støðirnar koma at hava ein stóran leiklut. Tær verða framhaldandi eitt stað, har fólk koma at møtast, fáa sær okkurt gott til matna og annars stytta sær stundir meðan bilurin verður áfyltur og/ella vaskaður.

- Uppgávan hjá okkum verður áhaldandi at dekka tann tørv, ið viðskiftafólkini hjá okkum hava á støðunum, og tað hava vit góðar vónir um at kunna.

Hendrik Egholm, forstjóri í Magn, sigur somuleiðis, at framtíðin er ring at spáa um, tí so nógv hendir úti í heiminum.

Hann er sannførdur um, at eisini aðrar orkukeldur fara at vinna fram. Millum annað japanskir bilframleiðarir, ið eru farnir at framleiða brint-bilar, sum eru skjótir at fylla og kunnu koyra langt fyri hvørja áfylling:

- Brintið verður pumpað sum vanligt bensin, tað er flótandi og gjørt av yvirskotsorku, greiðir Hendrik Egholm frá, ið heldur hesar brint-bilar vera ein kappingarfør loysn, ið egnar seg væl til føroyska almenningin, tí yvirskotsorku hava vit nógv av. Eisini sigur hann teir ikki vera eins dálkandi at framleiða sum battaríir til el-bilar.

- Broytingin kemur spakuliga, men eitt nú eru royndir longu gjørdar við el- og brintstøðum í Íslandi

Nýhugsað konsept
Sambært Hendrikki Egholm, fer marknaðurin í framtíðini óansæð at krevja, at bensinstøðirnar umhugsa teirra konsept av nýggjum. Sum dømi, nevnir Hendrik Egholm, at Cirkle K í Norra koyrir eina royndarverkætlan, har tey hava gjørt íløgur í el-løðarar og fokusera uppá góðan kvalitetsmat- og kaffi heldur enn fast food.

- At man ger støðirnar til eitt stað, har man kann og tímir at fara inn at seta seg, tykist at vera rákið aðrastaðni, sigur forstjórin í Magn, Hendrik Egholm, ið greiðir frá, at Magn somuleiðis tillagar seg eftir hesum rákinum og ivaleyst fer at síggja heilt øðrvísi út um fimm-sjey ár. Hann nevnir Magn við ringvegin, ið selir bagels og mat frá Gómanum, sum dømi.

Bæði Hendrik Egholm, forstjóri í Magn og Janus Thomsen, stjóri í Effo eru jaligir og sannførdir um, at við eitt sindur av nýhugsan og tillaging, fara bensinstøðirnar áhaldandi at bera seg.

Les eisini: Bilurin løðast við hús

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður