Heimatíðindi

Framtaksgrunnurin slapp undan at taka av stovnsfænum

Framtaksgrunnurin slapp undan at taka av stovnsfænum

Framtaksgrunnurin hevur skrivstovu á niðjastu hædd í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju

2018-07-02 16:50 Author image
Ingi Samuelsen

Framtaksgrunnur Føroya, sum varð stovnaður av landsstýrinum og danska statinum í kreppuárunum í nítiárunum at seta ferð á føroyska vinnu, hevði eitt gott ár við avlopi á botnlinjuni eftir fleiri ár við reyðum tølum á botnlinjuni.

Úrslitið í 2017 var 2,7 milliónir í avlopi, so at eginpeningurin í grunninum nú kvinkaði upp á 23 milliónir eftir at hava ligið væl oman fyri 100 milliónir fyri 10 árum síðani. Seinastu seks árini hevur grunnurin annars havt stór hall úr 6 upp í 13 milliónir krónur.

Grunnurin hevði í fjør 5,3 milliónir í inntøkum, ið fyri tað mesta stava frá rentuinntøkum av innistandandi og vinningsbýti av ábyrgdaraogn. Men grunnurin fekk eisini 1,4 milliónir frá ’javningi av av kapitalpørtum og ábyrgdarogn’, ein postur, ið hevur verið orsøk til vánaligu úrslitini undanfarnu árini.

Góða úrslitið bar í sær, at stovnsfæið í Framtaksgrunninum ikki varð lækkað, sum annars ætlað. Í ársfrágreiðingini stendur, at leiðslan í fjør ætlaði at taka stig til at lækka stovnsfæið úr grunninum til rindan av halli, men orsaka av positivu við íløgum, varð hetta av ongum.

Endamálið hjá Framtaksgrunninum er at veita váðafúsan og tolnan íleggjarakapital til føroyskar vinnuætlanir við serligum atliti at nýskapan. Grunnurin ger bert íløgur sum minnilutaeigari. Sambært roknskapinum átti grunnurin í 20 feløgum í 2017, men upplýsir tó bert fimm teirra á listanum yvir ”leyst atknýtt feløg”. Tey eru Spf. Nest, sum arbeiðir innan tónleikavinnu, Spf. FSM, sum umboðar fótbóltsleikarar, Spf. Reporting Arena, sum arbeiðir við kt-skipanum, Spf. Baroli Music, sum arbeiðir innan tónleikaframleiðslu og Pf. Conseco, sum arbeiðir við ílegu og dna-kanningum.

Framtaksgrunnurin upplýsir ikki á ársfrágreiðing síni hvørjar íløgur eru gjørdar og hvørjar eru avhendaðar gjøgjum árið. Og heldur ikki í hvørjum øðrum feløgum, grunnurin eigur í.

Men sambært heimasíðuni hjá Framtaksgrunninum, er grunnurin millum eigararnar í Skansa Offshore, umvegis felagið Pf. 6. september 2006, og Pf. Smyril Line, sum hava sera góð úrslit at vísa á. Til dømis lutaði pf. Smyril Line 41,2 milliónir út í vinningsbýti til sínar eigarar í fjør.

Niels Dan West er stjóri í Framtaksgrunninum, og í nevndini sita Marjun Eystberg, forkvinna, Kristine Ellingsgaard, Rúnar Reistrup og Marni Hjalnafoss.

Kelda: Vinnuvitan.biz

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður