Heimatíðindi

Glasir loyvir ikki Framtakinum at luttaka á pallborðsfundi

Arnfinn á Birtuni er ein av oddamonnunum í Framtakinum fyri rættinum at velja kannabis. (Mynd: Rógvi Johansen)

Arnfinn á Birtuni er ein av oddamonnunum í Framtakinum fyri rættinum at velja kannabis. (Mynd: Rógvi Johansen)

2019-05-01 13:30 Author image
Hergeir Staksberg

Tað er hent tríggjar ferð fyrr, og nú hendi tað aftur. Nú sleppa umboð hjá Framtakinum ikki at luttaka á almennum pallborðsfundi á Glasi

Áttanda mai verður politiskur pallborðsfundur á Glasir, men í løtuni sær út til, at tað verður uttan Framtakið. Sambært Arnfinni á Birtuni hevur samstarvsnevndin á Glasi sett sum krav, at skal ein politiskur flokkur luttaka, so skal flokkurin hava eitt ungmannafelag og eitt umboð úr sama felag.

- Vit hava onki ungmannafelag. Tað nevni eg fyri teimum, og so slaka tey eitt sindur og siga, at bara vit hava ein kandidat, sum er undir 30, so er alt ok. Men tey vita væl, at vit ikki hava nakað umboð undir 30, sigur Arnfinn á Birtuni.

- Ja, og so kemur ein treyt aftrat. Vit skulu eisini hava ein royndan politikara fyri at luttaka. Eg eri tann mest royndi í flokkinum, men eg fái ongantíð at vita, um eg lúki tey krøvini, leggur Arnfinn afturat.

[object Object]

(Arnfinn á Birtuni ynskir ikki at stigmatisera fólk undir 30. Mynd: Sverri Egholm)

Kravið um eitt umboð undir 30 er eisini ein spurningur um etikk sambært Arnfinn.

- Eg kann saktans finna onkran ungan at stilla seg upp, og harvið útseta seg sjálvan fyri stigmatisering, men tað havi eg tað ikki gott við. Tí sjálvt um hetta handlar um heilivág, so er hash stigmatiseringin ein forðing, sigur Arnfinn á Birtuni.

Arnfinn hevur spurt, hví ungmannafelag og umboð undir 30 eru krøv fyri at luttaka. Hann fekk at vita, at ungmannafeløgini vóru við til at geva eina meir nuanseraða mynd av flokkunum. Tildømis kemur tað fyri, at sjálvur flokkurin og ungmannafelagið hjá flokkinum ikki eru samd á øllum økjum.

- Tað skilji eg fyri so vítt eisini, tí har eru nógv ung fólk, sum ganga á Glasi, men eg kenni eisini fleiri, sum eru yvir 30 og ganga á Glasi. Kann eg so ikki umboða tann aldursbólkin? Hatta hongur bara ikki saman hjá teimum, sigur Arnfinn at enda.

Sambært Arnfinni er hetta fjórðu ferð, at Framtakið ikki sleppur at luttaka á almennum politiskum pallborðsfundi.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður