Framsókn ivast

Mynd: Kvf.fo

Framsókn ivast

2017-12-05 09:45 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Vinnunenvdin í løgtinginum kom í gjárkvøldi við álitinum um fiskivinnunýskipanina. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur við KvF at nógvar stórar broytingar og neyðsemjur eru gjørdar í álitinum, fyri at samgongan kann telja uppí 17, at atkvøða fyri fiskvinnunýskipanini. 

Bjarni Hammer, tingmaður fyri javnaðarflokkin og limur í vinnunevndini, hevur higartil ikki kunnað tikið undir við fiskivinnunýskipanini. Men nú nýggja álitið er lagt fram, er øðrvísi. Hann sigur við R7, at tað sum nú liggur á borðinum, er nakað øll kunnu taka undir við.

Størsta broytingin í álitinum um fiskivinnunýskipanina er, at uppboðssøluparturin er minkaður niður í 15% av sild og makreli og økiskvoturnar eru hækkaðar frá 7% upp í 8,5%.

Og tað eru hesar broytingarnar, ið ger, at Framsókn ikki kann taka undir við orðunum hjá Bjarna Hammer. Tey ivast í, um tey kunnu taka undir við broytingunum. Hanna Jensen segði við KvF í gjár, at summar av broytingunum í álitinum fara yvirum tey mørkini sum Framsókn hevði sett, og tí mugu tey nú umhugsa, hvussu tey handfara tað.

placeholder

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Terji murrar við til lívsins ró

Terji murrar við til lívsins ró

– Eg helt ikki, at eg dugdi nakað ávíst serliga væl, og tí valdi eg bara tað stuttligasta av teimum lutum, sum eg ikki dugdi...

Author image Leif Láadal

Meira langlesnaður