Framrokningar tala greitt um eldraøkið

2016-08-20 21:41 Author image
Dimma

Hevði ikki væntað, at fráboðan mín um, at eldraøkið verður stórmál í næstu býráðssetu, skuldi falla borgarstjóranum fyri bróstið, tí semja hevur verið um, at hetta er og verður stórmál.

Væl kent er, at talið á eldri fólkum í Føroyum økist, og so er eisini í Tórshavnar kommunu.

Nýggjastu framrokningarnar hjá umsitingini vísa, at í aldursbólkinum 60 til 79 ár eru í dag 3.460 borgarar í Tórshavnar kommunu. Í hesum sama aldursbólkinum verður talið á borgarum 4.730 í 2030.

Í aldursbólkinum 80 ár og eldri er talið á borgarum í dag 760. Hetta talið verður sambært framrokningunum 1.356 í 2030.

Til ber ikki at bíða til 2030 at taka støðu til, hvussu hendan avbjóðingin skal loysast. Átøk mugu fremjast nú, tí tølini økjast so líðandi ár um ár.

Nevndi í fyrra brævinum, at hóast Boðanesheimið er nýtt, er longu tørvur á 50 røktarheimsplássum aftrat. Hetta var ein lýsing av avbjó
ðingini, kommunan longu hevur, men eg segði onki um at byggja eitt røktarheim aftrat.

Tórshavnar kommuna skal í næstu setu gera av, hvussu tørvurin skal nøktast á eldraøkinum langt fram í tíðina. Minni kann gera tað enn røktarheimspláss í fleiri førum, t.d. eldrabústaðir, meiri manning til heimatænastu o.s.fr.

Greitt er ið hvussu er, at pláss verður ikki til at fara lætt um kommunukassan, eins og gjørt er undanfarnu setu vi
ð at brúka t.d. 100 milliónir upp á eitt tømt sjóvinnuhús og 90 milliónir upp á tveir bankabygningar.

Neyðugt verður at seta fólkið fyrst.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður