Heimatíðindi

Framherji hevði 71 milliónir í avlopi í fjør

Framherji hevði 71 milliónir í avlopi í fjør

(Savnsmynd)

2018-08-05 18:50 Author image
Ingi Samuelsen

Framherji-samtakið í Fuglafirði hevði eitt rímiliga gott ár í fjør við 71 milliónum krónum í avlopi. Heilt so gott ár sum árið frammanundan, var tað tó ikki. Í 2016 hevði Framherji eitt avlop á 85 milliónir krónur.

Smápartafelagið Framherji, sum er móðurfelag í samtakinum, kom úr 2017 við einum avlopi á 54 milliónir krónur, nakað minni enn í 2016 tá avlopið var 81 milliónir.

Fimm feløg eru við í samtaksuppgerðini hjá Framherja. Tey eru Pf. Akraberg, Pf. Regn og Pf. Eysturoy, sum Spf. Framherji eigur einsamalt, og so Pf. Pelagos, uppsjóvarvirkið í Fuglafirði, sum Framherji eigur ein lítlan triðing í og so Pf. Faroe Origin, sum Framherji eigur fjórðingin í.

Spf. Framherji eigur og rekur uppsjóvarskipini Fagraberg og Høgaberg, Pf. Akraberg eigur flakatrolaran av sama navni, Pf. Regn eigur línuskipini Stapan og Skørin og Pf. Eysturoy eigur línuskipini Sigmund og Mascot.

Nýskipan gongur út yvir lønsemið
Hóast felagið ikki beinleiðis letur illa at í ársfrágreiðing síni, so verður eisini gjørt vart við, at tær góðu tíðirnar eru av, og at tað tí ikki væntast eins góð úrslit í ár og í komandi árum. Og hetta skyldast førdi politikkurin í landinum.

”Landsins leiðsla hevur avgjørt, at partur av Barentshavskvotuni og pelagiska tilfeinginum skal seljast á uppboðssølu. Hetta gongur út yvir lønsemið og úrslitið hjá felagnum... Mett verður, at útlit eru fyri lønandi rakstri í framtíðini...”, stendur at lesa í ársfrágreiðingini.

Úrslitið hjá Framherja er somikið gott, at smápartafelagið í løtuni liggur á einum 18. plássi á topp 25-listanum hjá Vinnuvitan.biz yvir bestu ársúrslitini í 2017. Listin byggir á 1745 innkomnar roknskapir, og onkrir eru – ið koma á listan -, sum ikki eru innlatnir enn. Hevði alt samtakið verið tikin við í uppgerðina, høvdu tær 71 milliónirnar í 2017 rokkið til eitt fyribils 16. pláss á listanum.

Spf. Framherji má sigast at vera eitt vælbjargað felag, serliga tá hugsað verður um, at talan er um eitt smápartafelag. Eginognin á nýggjárinum var 296 milliónir krónur.

Annfinn Olsen, stjóri, eigur tveir triðingar í felagnum. Seinasta triðingin í felagnum eigur Spf. Framinvest, sum Annfinn Olsen eigur saman við stóra íslendska felagnum Samherji hf. í Akureyri. Framinvest hevur eisini sett pengar í íslendska felagið Bliki hf., Pf. Bergfrost í Fuglafirði og føroyska oljufelagið, Pf. Effo.

Íslendingurin þórsteinn Már Baldvinsson, forstjóri í Samherja hf, er nevndarformaður í Spf. Framherja. Hinir nevndarlimirnir eru Bjørn á Heygum, advokatur, og kona Anfinns, Elisabeth Ditleifsdóttir Eldevig Olsen.

Kelda: Vinnuvitan.biz

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður