Heimatíðindi

Frá børnum til bilar

(Mynd: Hergeir Staksberg)

(Mynd: Hergeir Staksberg)

2019-04-03 16:00 Author image
Hergeir Staksberg

Joan Müller arbeiddi við barnaansing í sjey ár, men í oktober 2018 hugsaði hon: “Veist tú hvat? Eg vil sleppa at arbeiða við bilum”, og nú eru hon í læru hjá Auto Service

- Eg arbeiddi við barnaansning í sjey ár. Og eg havi onkuntíð hugsað tankan fyrr, men bara ongantíð komin so langt. Men so sá eg, at Autoservice søktu eftir lærlingum, og so hugsaði eg: Veitst tú hvat? Eg fari at prøva okkurt heilt annað, og so søkti eg lærupláss og slapp at læra hjá Auto Service

Orðini eigur 28 ára gamla Joan Müller úr Vestmanna, sum byrjaði í læru sum bilmekanikari í oktober 2018. Men hvat fekk Joan at fara frá at ansa eftir børnum til at róta við dekk, olju og bilmotorar?

- Fyri at vera heilt erlig, so eri eg rættiliga buldraslig. Nógv hava spurt meg, hvussu tað ber til, at eg fór frá barnagarði til bilmekanikara, men so aftan á eina løtu, so siga tey: “Nå ja, tað gevur faktiskt meining, tí tú hevur altíð verið rættiliga buldraslig”. Hvat billa tey sær inn?, sigur Joan og flennir.

Eitt annað pluss, sum Joan nevnir í samband við læruplássið er, at skúlagongdin gongur fyri seg í Føroyum.

- Ein onnur orsøk til, at eg valdi at læra til bilmekanikkara er, at mann sleppur undan at fara niður at ganga í skúla. Tað kann skjótt blíva trupult, tá mann hevur børn og skal rýma av landinum í 12 vikur, tí mann skal á skúla.

Lívið millum mannfólk

Ein spurningur, sum fleiri kanska sita inni við er, hvussu er at vera kvinna á einum bilverkstaði?

- Vit eru faktiskt tvey konufólk her á verkstaðnum. Og so eru tveir kvinnuligir bilmekanikarar afturat bygninginum. Ein arbeiðir í móttøkuni og ein á skrivstovuni, so tað eru vit móti dreingjunum, sigur Joan við einum smíli.

- Mannfólk eru kanska meir beint fram enn konufólk. Teir pakka ikki tingini inn, men tað er onki problem, tí eg eri slett ikki sart. Ja, eg trívist faktiskt væl millum mannfólk. Teir eru bara fittir og stuttligir, leggur Joan afturat.

Um onnur konufólk kundu hugsa sær at fari sama veg sum Joan, so skal hon heilsa og siga, at har er absolutt onki at óttast, slett ikki. Tað er ordiliga stuttligt, og tað skaðar ikki at prøva.

Ikki bangin fyri at dálka seg

At arbeiða upp á bilar er ikki verðins reinasta arbeiða, so mann má tola at fáa skitnar hendur og dálka seg eitt sindur. Og Joan er onki undantak, hon er absolutt ikki bangin fyri eitt sindur av olju.

- Eg plagi at vera svørt í andlitinum. Og eg haldi, at eg eri tann einasta, sum ikki brúkar handskar. Eg burdi kanska brúkt handskar, men eg vaski bara hendurnar. Faktiskt havi eg fingið okkurt útslett á hondina, tá segði onkur, at eg nokk ikki toli olju. Men tá var ein á verkstaðnum skjótur at svara, at tað kundi ikki vera olja, tí um tað var olja, so hevði hon havt útslett í øllum andlitinum, greiðir Joan frá við einum stórum smíli.

Kann vera hart at arbeiða sum bilmekanikari

Tað er ikki bara fest og ballada á einum verkstaði, tað kann eisini verða hart kroppsliga.

- Ja, tað kann vera hart. Tað er annað uppá, hvat tú gert, men tá dekkskift er á skránni, kann tað vera hart. Tá er tað árstíðin, sum er avgerandi. Nú er tildømis liðugt við vetrardekkum, men áðrenn mann hevur vent sær, so skulu summardekkini á. So tá eitur dagurin dekkskift, dekkskift og aftur dekkskift. Og tað kann blíva nokkso tungt í longdini, men tað er nakað mann venur seg við, so tað er onki problem, sigur Joan.


Eitt aha! upplivilsi um dagin

Ongin dagur er líka. Tann eina dagin er tað dekk- og oljuskift á skránni. Næsta dagin eru tað leigubilar, sum skulu gerast klárir. Og aðrar dagar gongur tú aftaná einum mekanikara, sum lærir teg onkur nýggj kynstir innan bilar.

- Eg haldi, tað er so ræðuliga spennandi at fáast við motorar. Tað er eisini ótrúliga hent at duga. Og meir og meir mann lærir, meir spennandi verður tað. Og eg fái dagliga aha! upplivilsir, tá eg læri okkurt nýtt, sigur Joan at enda.

 

Les um hvørjir møguleikar eru í Føroyum HER
Les um lærlingin Sverra Patursson HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður