Sóknast eftir fosturforeldrum í Norðoyggjum

2016-07-05 13:59 Author image
Sigmund Vang

Barnaverndarstovan sóknast eftir fosturheimum í Norðoyggjum. Á heimasíðuni hjá stovuni verður millum annað skrivað:

Kundu tit hugsað tykkum at gjørt mun fyri eitt barn, sum tørvar eina hjálpandi hond? Lat okkum so frætta frá tykkum!
Eitt fosturheim er ein familja, sum hevur børn og ung búgvandi hjá sær til fosturs. Meðan barnið er til fosturs, fylgja barnaverndartænastan og Fosturforeldraskipanin við støðuni og vitja í fosturheiminum.
Talan kann eisini verða um at hava børn til umlættingar í styttri tíðarskeið, eitt nú í vikuskiftum. Endamálið við umlætting er at veita foreldrum, sum vanliga hava eitt gott samband við barnið, men sum ikki hava orku til at ansa barninum alla tíðina, umlætting.

Á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovuni (leinki niðanfyri) eru upplýsingar um, hvussu fólk skulu gera, um tey vilja bjóða seg fram.

Kelda: Barnaverndarstova Føroya

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður