Fólk, ið dáma væl at vera úti í náttúruni, boða javnan eldhugaða djóra- og náttúruserfrøðinginum Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy frá forvitnisligum fundum, sum hann síðani almannakunnger á fjølbroyttu heimasíðu síni jenskjeld.info.
Fyrst í hesum mánaðinum fann Hans Eli Sivertsen tríggjar grøðiskeljar av høgguslokkaslektini Sepia, sum er sera sjáldsom um okkara leiðir.
Tann 2. mai fann hann ta fyrstu í Leynum, dagin eftir fann hann eina í Kaldbaksbotni, og 6. mai fann hann ta triðju í Leynum.
Tann 12. mai fann hann ikki færri enn fimm grøðiskeljar aftrat, og sama dag fann Hanna Joensen seks skeljar av sama slag á Sandi.
Síðani hevur Hans Eli Sivertsen funnið fleiri skeljar aftrat. Harumframt hevur Rodmund á Kelduni funnið tríggjar skeljar í Sandavági og eina í Sørvági, og Poul Johannes Simonsen hevur funnið fimm skeljar í ávikavist Hvannasundi, Árnafirði og Norðragøtu.
Undrast
Úti í Nólsoy undrast nólsoyingurin við stóra áhuganum fyri øllum, ið rørist í føroysku náttúruni, Jens-Kjeld Jensen, seg um tær 27 grøðiskeljarnar, ið higartil eru funnar, tí honum vitandi eru tær ikki sæddar í Føroyum áður.
– Hvørki eg ella nakar annar veit í løtuni við vissu at siga, hvussu henda grøðiskelin er komin higar, sigur hann.
– Skeljarnar stava helst frá epiahøgguslokkinum Sepia officinalis, sum er ein høgguslokkur við 10 ørmum, og sum er vanligur í Miðjarðarhavinum, landnyrðingspartinum av Norðsjónum og upp til Noregs, upplýsir Jens-Kjeld Jensen.
Eins og aðrir høgguslokkar hevur hesin eisini blátt blóð, ið fyrr varð brúkt sum blekk.
Grøðiskeljarnar verða millum annað brúktar sum kálkískoyti til búrfuglar.
– Vit vita ikki um nakra aðra grøðiskel, sum er funnin her – hóast tær flóta – so vit vilja fegin hoyra frá fólki, um tey vita um nakra, sigur Jens-Kjeld Jensen.