Heimatíðindi

Føroyskur handil altjóða heiðraður

(Mynd: The Athlete's Foot Tórshavn)

(Mynd: The Athlete's Foot Tórshavn)

2018-12-12 15:07 Author image
Turið Justinussen

Herfyri vann ítróttahandilin, The Athlete's Foot í Tórshavn triðjaplássið í kappingini TAF Global Store of the Year 2018

TAF Global Store of the Year 2018 er ein kapping, sum sveisiska høvuðsstøðin fyri allar teir 530 The Athlete's Foot (TAF) handlarnar kring heimin skipar fyri. 

Tað eru sjey The Athlete's Foot handlar í Danmark. Ein er í Føroyum, og ímillum teir í alt 530 luttakandi The Athlete's Foot handlarnar, gjørdist hann nummar trý.

Nummar eitt gjørdist ein risastórur The Athlete's Foot handil í Kuvait á heilar 900 fermetrar, og nummar tvey, gjørdist ein handil í USA.

- Tað er sera stórt hjá okkum at fáa henda heiðurin, og tað er í stóran mun kundunum at takka, sigur Bára Eyðunsdóttir Thorsvig (til høgru á myndini), ið er dagligur leiðari í handlinum.

Bára Thorsvig fegnast um, at føroyingar hava tikið so væl ímóti handlinum, ið bert er ársgamal.

Vistu av ongum
Áðrenn handilin í miðbýnum varð latin hesa altjóða heiðursløn, vistu hvørki Bára Thorsvig ella nakað av hinum starvsfólkunum um kappingina:

- Tað, sum er stuttligt er, at vit ikki hava vitað av nøkrum. Vit hava bara verið til arbeiðis sum vanligt.

Bára Thorsvig greiðir frá, at útlendsk, dulnevnd fólk í loyndum hava verið í handlinum og gjørt eina meting av kundatænastuni og vøruúrvalinum. Harafturat hava tey hugt at, hvat sølan í handlinum er pr. íbúgva, og ivaleyst eisini  marknaðarføringini á sosialu miðlunum, eitt nú Instagram. 

- Vit marknaðarføra okkum øðrvísi. Vit taka myndir av starvsfólkunum í klæðunum og av vøruúrvalinum í handlinum, heldur enn at brúka myndir av netinum, sigur Bára Thorsvig, ið sjálv umsitur Instagram-brúkaran hjá The Athlete's Foot. 

Á gáttini til 2019, sigur Beinta Thorsvig soleiðis um framtíðarætlaninar:

- Vit ætla at menna og betra okkum bæði í handlinum og á sosialu miðlunum komandi ár. Nú vita vit, at ein slík kapping er, men tað er ikki so, at vit allatíð hava hana í huga.

The Athlete's Foot í Tórshavn bíðar eftir nærri frágreiðing um tilnevnanina frá fyriskiparunum í Sveis. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður