Mentan

Føroyskur bólkur gevur út debutplátu

Føroyskur bólkur gevur út debutplátu
2018-01-18 16:50 Author image
Innsent
Føroyski bólkurin Svartmálm gevur sína debutplátu út talgilt fríggjadagin 2. februar á Plátufelagnum Tutl (vinyl útgáva í mars). Leygardagin 10. februar verður útgávukonsert í Norðurlandahúsinum við Svartmálm og danska black metal bólkinum Solbrud.
 
Svartmálm vann Wacken Metal Battle Føroyar í 2016 og spældi á Wacken Open Air í Týsklandi sama ár. Í 2017 spældi bólkurin á The New Shit Showcase í Keypmannahavn og Aarhus, umframt á Spot Festival í Aarhus. Seinasta árið hevur verið arbeitt við sjálvnevndu debutútgávuni hjá bólkinum, ið altso kemur út 2. feb.
 
Seinni í februar mánað fara Svartmálm á konsertferð við Hamferð í Danmark:
 
21.02.18 - Keypmannahavn, Lille Vega
22.02.18 - Aarhus, Radar
23.02.18 - Aalborg, Studenterhuset
placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður