Føroyskt strikað sum fak í Danmark

Føroyskt strikað sum fak í Danmark

Eftir at hava verið fak á universitetinum í Keypmannahavn síðan einaferð í 30-unum, er føroyskt strikað sum fak

Mynd: Shutterstock

2018-04-26 13:03 Author image
Georg L. Petersen

Eftir at hava verið fak á universitetinum í Keypmannahavn síðan einaferð í 30-unum, er føroyskt strikað á Københavns Universitet, tí tað ikki hevur nóg nógv lesandi. Harvið hvørvur einasti møguleiki at lesa føroyskt á hægri støði í Danmark, sum annars hevur havt stóran áhuga millum onnur enn bara danir

– Hetta er ein løgin avgerð at taka, men eg haldi talan meira vera um líkasælu mótvegis bæði føroyskum og íslendskum, og ikki nakran beinleiðis illvilja, sigur Jógvan Isaksen, sum hevur undirvíst í føroyskum við Københavns Universitet síðan 1986.

Tað var 17. apríl í ár, at Jógvan Isaksen fekk teldupost frá leiðsluni á  Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab (NorS), sum føroysk er ein partur av, men hvørs høvuðsvirksemi er danskt mál.

”I forbindelse med den besparelsesplan som desværre stadig er aktuel og nødvendig på vores fakultet, er det besluttet at ikke samlæste tilvalg skal have minimum 30 tilmeldte deltagere før de udbydes. Flere har uden held forsøgt at få lempet denne beslutning, men da det nu er blevet klart at reglen gælder allerede for det kommende semester, har vi besluttet at tilvalget i Færøsk ikke udbydes. Dette meddeler vi nu for ikke at skuffe nogle studerende som får meldt sig til et udbudt fag, som vi på grund af dette krav om minimum 30 deltagere ikke kan oprette”, stóð at lesa í teldupostinum frá leiðsluni á instituttinum.


Tíggju til tjúgu lesandi

Jógvan Isaksen sigur, at hann stúrdi fyri, at avgerðin fór at koma fyrr ella seinni. Fyri nakað síðan var bygnaðurin broyttur, og føroysk kom undir NorS, sum serliga leggur seg eftir tí danska. Sambært Jógvan Isaksen hava tey norðurlendsku málini ikki høga raðfesting, og tað er tískil ikki bara føroysk, sum má lúta.

Jógvan Isaksen, sum undirvísir í bókmentum við Københavns Universitet, men eisini hevur undirvíst í føroyskum, sum nú er strikað (Savnsmynd: Marita á Rógvi)

 

– Íslendskt fer sama veg, og tað margháttliga er, at tað eru júst hundrað ár síðan Ísland gjørdist sjálvstøðugt land, sigur Jógvan Isaksen.

Kravið um 30 lesandi hevur higartil ikki ávirkað føroyskt, sum ongantíð hevur klárað at havt so nógv lesandi samstundis, eins og hini norðurlendsku málini heldur ikki hava klárað tað.  Men áhugin hevur avgjørt verið til staðar, og á hvørjum ári hava millum tíggju og tjúgu lesandi valt føroyskt sum tilvalsfak.

– Tað eru ikki bara danir sum hava valt føroyskt, tað er faktiskt tey fægstu. Vit hava serbar, fraklendingar, japanarar og mong onnur. Millum annað byrjaði italienarin Gianfranco Contri at lesa føroyskt hjá okkum, og hann gjørdi seinni eina orðabók, sigur Jógvan Isaksen.

Tískil er føroyskt ikki bara nakað, sum danir fáa gleði av, men eisini onnur lesandi við universitetið í Keypmannahavn, sum er tað einasta í Danmark, sum higartil hevur bjóðað undirvísing í føroyskum.


Seks tímar um vikuna

Føroyskt er ikki nakað lítið fak, og krevur seks tímar lestur hvørja viku, og fakið telur 15 ECTS, sum er tyngdin á fakinum.

Undirvísingin er heldur ikki nakað nýtt fyribrigdi, og varð sett á stovn í ringastu krepputíð í 30-unum.

– Eisini hetta er løgið, tí tá var tað mett týdningarmikið at bjóða føroyskt út, hóast Danmark var nógv fátækari tá enn í dag. Hetta byggir sum sagt á líkasælu og at føroyskt ikki passar so væl inn í umsitingarliga excel-arkið, sigur Jógvan Isaksen.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskt er hótt. Í 2015 ljóðaði tað eisini, at fakið skuldi niðurleggjast, men eftir politiskt orðaskifti varð greitt, at politiskt ynski var um, at undirvísingin helt fram. Tá hendi einki, men nú er nokk einki at gera í fyrstu atløgu. Næmingar skulu í hesum døgum velja, hvørji fak tey ynskja sær at fáa undirvísing í eftir summarsteðgin – og tá er føroyskt ikki millum valmøguleikarnar.

Leiðslan á NorS, sum hevur boðað frá, at fakið ikki longur verður bjóðað út, skrivar í teldupostinum til Jógvan Isaksen, at møguliga kann fakið takast upp aftur, um Jógvan Isaksen heldur tað vera møguligt at savna fleiri lesandi. Nú er tað helst ov seint, men er tað nakað sum bendir á, at er tað til í næstu lestrarhálvu, so kundi tað verið møguligt.

Tað finnast onnur institut, sum loyva lægri upptøku – men ikki Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab. Ein útbúgving nevnist eskimologi, sum í 2016 skuldi niðurleggjast vegna sparingar. Orsøkin var, at bara millum seks og tjúgu lesandi vóru. Har gjørdist trýstið tó ov stórt á universitetið, sum valdi at bjóða útbúgvingina út aftur við tólv lesandi í 2016. Munurin á eskimologi og føroyskum er, at talan kann vera um eina heila útbúgving á bachelor ella kandidatstøði, men kann eisini bjóðast út sum eitt fak – eins og føroyskt. Ein annar munur er, at eskimologi liggur á Institut for Tværkulturelle og Regionale Studier, meðan føroyskt og onnur norðurlendsk mál liggja á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab, og hóast talan er um sama universitet, so er kravið um 30 lesandi eftir øllum at døma bara galdandi fyri nøkur fak.

(Lesnaðurin heldur fram undir myndini)

Bertel Haarder, fyrrverandi danskur ráðharri við ábyrgd av millum annað norðurlendskum samstarvi, undirvísing og mentan
(Mynd: venstredk/Visualhunt)

 

Bertel Haarder ovfarin

Ein av teimum, sum í nøkrum umførum hevur stríðst fyri at varðveita føroysk á Københavns Universitet, er fyrrverandi danski ráðharrin, Bertel Haarder. Hann er ovfarin av, at føroyskt nú verður strikað

– Hetta eru keðilig tíðindi at fáa og tað kemur púra óvart á meg. Tað má kunna finnast ein loysn, so tað framvegis ber til at velja føroyskt sum fak á universitetinum, sigur Bertel Haarder.

Hann er fyrrverandi ráðharri fyri undirvísing – eitt ráðharraøki, sum hann samanlagt stóð á odda fyri í fimtan ár. Hann hevur eisini verið ein av ídnastu forsprákarunum fyri norðurlendskum samstarvi, og brennir tí fyri øllum, sum er norðurlendskt – frá 2007 til 2010 var hann eisini ráðharri við ábyrgd fyri norðurlendskum samstarvi.

Hann hevur fleiri ferðir víst á týdningin av norðurlendsku málunum. Í 2008 avgjørdi UNR (Ungdommens Nordiske Råd) at brúka enskt heldur enn norðurlendsk mál, so øll kundi luttaka á jøvnum føti. Tá hótti Bertel Haarder við at taka stuðulin aftur til UNR.


Eitt minsta krav

Og hann skilir heldur ikki avgerðina um at strika føroyskt á universitetinum í Keypmannahavn, sum er einasta staðið í Danmark, har tað ber til at lesa føroyskt á hægri støði.

– Tá allir føroyingar skulu læra danskt, meðan so at siga eingin danskari dugir føroyskt, so skuldi eitt minsta krav verið, at føroyskt varð varðveitt sum eitt tilvalsfak. Men eg skal undirstrika, at eg sigi hetta fyri mína egnu rokning, sigur Bertel Haarder.

 

Sjúrður Skaale spyr

ráðharran um

strikingina av

føroyskum

Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale heldur, at kravið um 30 lesandi kann vera gjørt fyri at sleppa av við føroyskt sum fak á universitetinum í Keypmannahavn – og nú vil hann hava svar frá ráðharranum við unirvísingarmálum

– Hetta er nærum sergjørt til at raka føroyskt-undirvísingina. Tað er sjálvandi upp til leiðsluna á einum fríum universiteti at gera av, hvussu sparingar skulu setast í verk. Men eg haldi kortini, at stjórnin kann gera sína ávirkan galdandi her. Tað er onki til hindurs fyri, at stjórnin setir krav um, at føroyskt skal bjóðast á universitetinum. Tað snýr seg um politiskan vilja og um hvørt tað er ein veruligur áhugi at økja um kunnleikan til føroysk viðurskifti.

Hetta sigur Sjúrður Skaale, fókatingsmaður fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi, nú avgerð er tikin um at strika føroysk sum fak á universitetinum í Keypmannahavn.


Gloppið má minka

Og tað hevur eisini fingið hann at sett nakrar spurningar til ráðharran við undirvísingarmálum, Merete Riisager úr Liberal Alliance.

Hann spyr millum annað, um avgerðin er í tráð við ætlanirnar hjá stjórnini at økja um kunnleikan til Føroyar og føroysk viðurskifti, og um ráðharrin er til reiðar at finna neyðugu fíggingina til at undirvísingin í føroyskum kann halda fram.

– Frammanundan vita føroyingar nógv meira um donsk viðurskifti enn danir vita um føroysk. Endamálið má vera at minka um hetta gloppið við at styrkja kunnleikan hjá dønum. Tað gerst altso ikki við at skerja teirra møguleikar at leita sær vitan um okkara mál og samfelag, sigur Sjúrður Skaale.

 

 

 

Meira langlesnaður