Føroyingur ment myndatól á Mars

Føroyingur ment myndatól á Mars

"Eg haldi tað vera eitt priviligerað starv" sigur David Pedersen, sum í løtuni mennir eitt myndatól til kanningarferð hjá NASA

2018-11-14 17:00 Author image
Turið Justinussen

Føroyingurin, David Arge Klevang Pedersen, er adjunktur á National Space Institute á DTU Space í Danmark og arbeiðir í løtuni við at menna nýggja tøkni til komandi kannigarferðina hjá NASA, Mars 2020

Rover-kanningarferðin, Mars 2020 er ein liður í granskingarætlanini hjá NASA, sum snýr seg um drúgva robottgransking. 
Granskingarætlanin viðgerð týdningarmikla spurningin, um lív er gjørligt á Mars. 

Tað er kanska ringt at fyrihalda seg til, men man væntar ikki at finna nútimans liv. Man væntar at finna lív, sum hevur verið fyri 3,4 milliardum árum síðani

Endamálið er ikki bert at kanna, um umstøðurnar á Mars einaferð hava verið til at húsa lívi. Leitað verður eisini eftir ítøkiligum leivdum eftir smáverulívfrøðiligum lívi frá fortíðini.

- Tað er kanska ringt at fyrihalda seg til, men man væntar ikki at finna nútimans liv. Man væntar at finna lív, sum hevur verið fyri 3,4 milliardum árum síðani. Talan er um einkyknaðar, steinrunnar bakteriur, sigur David Pedersen. 

Um Mars nakrantíð hevur havt hampilig lívskor, hevur tað verið tá. Mars hevur ikki eitt magnetøkið, eins og Jørðin, ið verjir okkum móti vandamiklari partikkulstráling og tískil er ein fortreyt fyri, at nakað kann liva. Serfrøðingar meta tó, at Mars kann hava havt eitt magnetøki fyri 3,4 milliardum árum síðani. 

Tann, ið stendur á odda fyri kanningararbeiðinum er australska Abigail Allwood, ið er tann, ið fann prógv uppá elsta lív á Jørðini, sum nevniliga er tíðarfest at vera 3,4 milliardur ára gamalt. 

Tað er sama, betraða røntgengeislu-háttalag, Abigail Allwood nýtti, ið nú skal nýtast. Tólið, hon nýtti var á støddar við tvey stór køliskáp, har hetta skal vera á støddar við eina  mateskju og kunna rigga á Mars.

Við Mars 2020-rovaranum, verður tað gjørligt at savna týdningarmiklar stakroyndir. Hesar verða eftir ætlan førdar til ein goymslustað á flatuni og Mars, og ein kanningarferð í framtíðini kann møguliga fáa hesar stakroyndir heim til Jørðina til nærri kanningar.

Mars 2020-kannigarferðin veitir eisini møguleikan at kanna hvussu umstøðurnar eru fyri, at tað einaferð verður gjørligt hjá menniskjum at ferðast til Mars.

Eitt serligt myndatól
Mars 2020-rovarin er rættiliga stórur, sum ein SUV jeppur. Hann vigar upp móti tveimum tonsum, sigur David Pedersen.

Mars 2020-rovarin er rættiliga stórur, sum ein SUV jeppur

Rovarin er útgjørdur við einum robottarmi, ið hevur eitt myndatól og tveir lasarar:

- Lasararnir skjóta røntgengeislar út á eitt øki og senda teir aftur til rovarin at greina og allýsa hvat evni, talan er um. Tað kann vera jarn, kalsium, kopar ella okkurt annað, sigur David Pedersen.

Við hesu nýggju tøkni, fer nevniliga at bera til hjá rovaranum at uppdaga slík evni í nógv smærri nøgdum enn áður, og eisini evni, sum ikki hava verið møgulig at finna fyrr á slíkum kanningarferðum.

David Pedersen greiðir frá, at tað er ein stór avbjóðing at halda alt stilt á Mars. Motorar økja um flytførið hjá robottarminum og lasarunum. Harafturat byrja kanningarnar, tá tað fer at skýma, og hitin á Mars kann broytast við áleið 100 hitastigum. Hetta kann ávirka støðufestið, tí henda bráða broyting í hita fær tilfarið á rovaranum at trekkja seg saman og tambast.

Tískil skal DTU Space deildin, eftir umbøn frá NASA, framleiða eitt sonevnt Micro-Context myndatól, ið skal stýra og beinka robottarmin, fer hann av kós, so lasaratólið á robottarminum allatíð peikar móti Marssteinunum, ið skal kannast.

Fjølfunktionella myndatólið er nevniliga útgjørt við einum sensori, ið fortelir hvar robottarmurin og lasararnir eru í mun til Marssteinin. Sjunkar robottarmurin eitt sindur, gevur myndatólið beinleiðis boð til rovaran, um at rætta hann.

- Hetta ger rovarin av sær sjálvum, tí at senda eini boð niðan á Mars, tekur einar tjúgu minuttir. Tað vil siga, yvir 40 minuttir, skal man eisini hava aftursvar. Slíkari senditíð, kunnu vit ikki arbeiða við, sigur[object Object] David Pedersen.

Eitt vanligt myndatól hevur tríggjar bylgjulongdir, reytt, grønt og blátt. Hetta myndatólið hevur fýra: Ultraviolett, grønt, blátt og innreytt. Fjølspektrala myndatólið, ger tað so statt møguligt at uppdaga og nágreiniliga kortleggja lítla økið, ið er áhugavert at skanna og avmarka tað, so man sleppur undan at skanna eitt óneyðuga stórt øki. Økið, ið verður skannað, er kanska bara 2x2 millimetrar til støddar ella sum eitt frímerki, og tískil er tað sera umráðandi, at robottarmurin er støðufastur. Myndatólið, ið er líkt einum mikroskopi, veitir eisini prógv fyri hvat slag av steini og øki, talan er um. Myndatólið er so statt ein týðandi partur av Mars 2020-rovaranum.

- Sjey tól eru útvald til Mars 2020-rovarin, og hetta er nokk eitt tað mest torgreidda, sum nakrantíð er bygt til ein Mars-rovara. Tað er nokk eisini hetta, man hevur størst vónir til, og um tað fer at eydnast at staðfesta, um leivdir eftir lívi eru á Mars. 

Íðið og miðvíst kanningararbeiði
Ætlanin er at Mars 2020-kanningarferðin er ásett at vera í eitt ár. Hetta árið skal rovarin gera 200 kanningar. Um neyðugt, klárar rovarin at gera tríggjar ferðir so nógvar kanningar, áðrenn hann umsíður er ov slitin. 

David Pedersen greiðir frá, at tað fyrsta hálva árið ivaleyst verður brúkt uppá at fáa alt upp á pláss og kanna, um mátingarnar samsvara við væntaðu mátingarnar, serfrøðingar hava gjørt frammamundan.

- Man vil savna seg um tað, sum hevur virði at máta og velir tí strategiskt tey økini út, ið hava áhuga. Vit miðja móti, at so nógv av tíðini sum gjørligt verður brúkt uppá at gera kanningar. Áleið 80 prosent av tíðini verður brúkt til kanningar, meðan rovarin brúkar restina av tíðini uppá at koyra frá einum staði til annan, bíða eftir boðum frá Jørðini, um okkurt er. Tað kann eisini koma fyri, at stormur er á Mars, ið tarnar kanningararbeiðið.

Eitt priviligerað starv
Tað er helst av tilvild, at David Pedersen í dag starvast sum granskari á National Space Institute á DTU Space:


Eg haldi tað vera eitt privilegerað starv, tí tað lúkar tey krøv, ið hava týdning fyri meg

- Eg las til verkfrøðing á DTU og gjørdi síðani mína Ph.D. ritgerð her. Sum partur av henni, kom eg uppí hesa verkætlan. Eg bleiv sera áhugaður í rúmdartøkni og valdi tí, málrættaður at savna meg um tað. 

Tað eru tey fægstu, ið dagliga fáast við at menna nýggj tól til rúmdarferðir hjá NASA, og um hetta serliga yrkið, sigur David Pedersen soleiðis: 
- Eg haldi tað vera eitt privilegerað starv, tí tað lúkar tey krøv, ið hava týdning fyri meg, at tað er áhugavert. Tað er áhugin, sum dregur verkið, og eg geri hetta als ikki fyri peningin. Harafturat, er tað stórt at kunna vera við til at svara spuningunum, um lív er aðrastaðni enn á Jørðini, og hvussu tað kyknar. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, David Pedersen samstarvar við NASA. Sum Ph.D. lesandi evnaðu hann og samstarvsfelagin, Andreas Jørgensen tveir filmar til í samband við kanningarferðina hjá NASA til Jupiter, kallað Juno. Teir báðir vórðu í hesum sambandi latnir virðislønina, Group Achievement Award, sum sambært NASA verður latin fyri framúr gott arbeiði.

[object Object]

Sambært Illustreret Videnskab, er staðurin á myndini omanfyri ein møguligur lendingarstaður hjá Mars-rovaranum, ið væntandi verður uppsendur í juli ella august í ár 2020. Tá liggja gongustjørnurnar, Jørðin og Mars, væl fyri í mun til hvørja aðra, sum er neyðugt, skal farleiðin ikki vara longri enn seks mánaðar.

Meira langlesnaður