Heimatíðindi

Føroyskar rottur eru kræsnar

2018-12-19 14:25 Author image
Turið Justinussen

Afturmeldingarnar ljóða, at tær nýmótans rottufellurnar riggaðu sera væl í Vestmanna, men munaðu lítið í Runavík, har rotturnar ikki skoyttu um sjokulátulíka lokkumatin - tær vilja heldur hava alifóður

Talan er um eina nýmótans vatn- og vindtætta rottufellu, sum umframt at egna seg væl til føroyska veðurlagið, er sniðgivin til at elva ein kvikan, neyvan og miskunnusaman deyða.

Lokkumaturin, ið fylgir við rottufelluni, er ein dunkur við onkrum, ið minnir um flótandi sjokulátu, bæði í útsjónd og lukti. Lokkumaturin er ikki vandamikil fyri hvørki rottur ella menniskjur, tí rotturnar verða nevniliga fangaðar og avlívaðar í felluni, áðrenn tær koma framat matinum, sum av tí sama heldur leingi - í áleið fýra mánaðar.

Rottan verður avlívað á tann hátt, at hon fylgir luktinum upp í rørið á rottufelluni, og tá ið hon nærkast tí, sum luktar, verður ein píkur kvikliga rendur í skallan á henni so dygt, at hon doyr alt fyri eitt. Hólkurin trekkir seg síðani aftur, og rottan dettur niður á lendið uttanfyri. Fellan er tá aftur klár, og rottan verður annaðkvørt tveitt burtur ella latin náttúruni at taka sær av.

[object Object]

Hoyr Magnus Knudsen, sølumann, greiða frá um rottufelluna her.

Kræsnar rottur í Runavík
- Vit góvust at selja rottufellurnar fyri knøppum ári síðani, sigur Sørin O. Djurhuus, søluleiðari í Valdemar Lützen.

Eina orsøk, sigur hann vera, at sølan bar seg illa og loysti seg tískil heldur ikki hjá danska veitaranum. Kostnaðurin á rottufellunum, ið lá um 3.500 krónur stykki gjørdi, at ov fáar vórðu keyptar til at muna nakað:

- Hugsar ein um, hvussu skjótt rottan nørist, er tað nyttuleyst bert at seta tvær slíkar rottufellur út í hagan. Skal úrslitið vera optimalt, er neyðugt at hava fleiri.

Eina aðra orsøk, sigur søluleiðarin vera, at lokkumaturin vísti seg svikaligan norðanfyri:

- Lokkumaturin riggaði summastaðni, og summastaðni riggaði hann ikki.

Sørin O. Djurhuus veit at siga, at úrslitið av rottufellunum var so nøkunlunda í Tórshavnar Kommunu, sum keypti einar 50 rottufellur av hesum slag, tá tær á sinni komu á vørugoymslu hjá teimum niðri á Skálatrøð.

Í Danmark og við Rattará, har Valdemar Lützen sjálvi settu tvær fellur upp, riggaðu rottufellurnar eisini væl. Serliga var úrslitið gott í Vestmanna, har rottunum dámdi væl sjokulátulíka lokkumatin. 

Men norðanfyri, munaðu rottufellurnar lítið. Har vilja rotturnar heldur hava alifóður:

- Norðanfyri, nærindis Runavík, riggaðu rottufellurnar ikki væl, sigur Sørin O. Djurhuus við Dimmalætting, og greiðir frá:

- Tað er kanska tí, at har er so nógv alifóður har smoltstøðirnar eru. Vit fingu ein posa av alifóðri at brúka sum lokkumat, og tá vit royndu tað, riggaði tað beinanvegin.

Leskiligt alifóður
Í vøruskránni hjá Havsbrún, ið sigur seg hava besta fóðurkonsept í heiminum, stendur skrivað soleiðis um alifóðrið: 

- "Virkið og kappingarført fóður er tengt at góðari og rættari føðslu." 

- "Fóðrið er sett saman á bestan hátt soleiðis, at trivnaðurin á laksinum verður settur í hásætið, og hann fær bestu treytir at mennast undir."

- "Hvør einstøk rávøra í okkara fóðurblandingum er vald neyvt út fyri at tryggja heilsu, vælferð og vøkstur hjá fiskinum." 

Eins og laksurin, tykjast rotturnar norðanfyri at dáma væl føðsluríka alifóðrið hjá Havsbrún. Alifóður er tó ikki tað best skikkaða alternativið sum lokkumatur, tí sambært Sørini O. Djurhuus, heldur tað skjótt uppat at anga.

Runavíkar Kommuna, ið arbeiðir miðvíst við rottutýningini, hevur sambært Sigrid J. Dalsgaard, ið starvast á teknisku deild hjá Runavíkar Kommunu, fimm rottufellur av hesum slag í brúki.

- Tað er ymiskt, hvussu og hvar tær riggaðu, so tað er trupult at siga, hvat júst er trupulleikin, men eg haldi vid ti responsinum, tykist tað sum er rottan norðanfyri kræsnari.

Les eisini: Tann æviga plágan

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður