Heimatíðindi

Føroyskar ítróttagreinar fyri órætti

2018-10-31 18:02 Author image
Turið Justinussen

IOC noktar Føroyum limaskap og forðar tískil menningini hjá meginpartinum av føroysku ítróttargreinunum. ÍSF hevur brett upp um armar, og arbeiðir nú miðvíst fyri innliman

Í hesum sambandi fekk ÍSF, Ítróttarsamband Føroya, fyrr í oktobur mánaða, vitjan av tíðindafólkum frá bretska kringvarpinum, BBC. Burturúr vitjanini hevur BBC framleitt sjónvarpsbrot til tíðindasending teirra, og tað hevur rokkið víða, tí BBC hevur nevniliga nærum 100 milliónir hyggjarar um vikuna. Sjónvarpsbrotið hjá BBC News kann síggjast omanfyri.

Føroyar hava leingi bart fyri limaskapi í IOC, tí Altjóða Olympisku Nevndini, sum hevði loyvað føroyingum at kappast sum sjálvstøðug tjóð í Olympisku Leikunum.

OL, teir Olympisku Leikirnir verða hildnir fjóðra hvørt ár. Næstuferð verða teir hildnir í 2020 í Tokyo, og higartil hava føroyingar verið noyddir at luttaka undir Dannebrog, tí danska flagginum. Hetta hevur leingi verið ætlanin hjá ÍSF at broyta.

Í stríð við viðtøku felagsins
Søguliga stríðið um altjóða limaskap í IOC byrjaði longu í 1984, tá ÍSF á fyrsta sinni sendi teimum umsókn um limaskap. Henda umsókn byrjaði eitt samskifti, og ÍSF fór enntá undir at tilevna eitt olympiskt búmerki, sum er kravt til olympiska luttøku. Men tá málið varð lagt fram á ársfundinum hjá IOC, var onkur trupulleiki, ið forðaði innlimanini. Á ársfundunum árið eftir, var sama skil, og hetta helt á, líka til í 1996, tá ein nýggj viðtøka kom í gildi. Viðtøkan kravdi, at bert lond, sum eru viðurkend av altjóða samfelagnum kunnu innlimast. IOC skilmarkar Føroyar sum part av danska kongaríkinum, og noktar tí Føroyum at luttaka sum sjálvstøðug tjóð. Hetta, hóast danska stjórnin og danska ítróttarsambandið, DIF, stuðla føroyskum limaskapi í IOC. Føroyskur ítróttur fær heldur ongan fíggjarligan stuðul úr Danmark.

BBC prátaði í sjónvarpsbrotinum við løgmann, Aksel V. Johannesen:
- Eg skilji tað ikki. Eg haldi ikki hetta er logiskt. Vit eru eitt land við sjálvstýri, og vit hava limaskap í fleiri øðrum altjóða felagskapum. Fyri nógv ítróttarfólk, ið kunnu kappast sum føroyingar til Olympisku Leikirnar, er hetta ein brotin dreymur.

Petur Mittún, aðalskrivari hjá ÍSF, sigur, at umsóknin um innliman var IOC í hendi langt áðrenn viðtøkuna, og tí eiga Føroyar at verða játtaðar limaskap:
- Umsóknin skal viðgerast eftir lógum, ið vóru galdandi tá. Lógin kann ikki broytast við afturvirkandi megi.

Fleiri onnur oyggjasamfeløg eins og Føroyar eru limir í IOC. Munurin er bert, at tey vórðu innlimaði áðrenn viðtøkuna.

Noktaður limaskapur tarnar menningina
Tilsamans hava átta ítróttagreinar í Føroyum altjóðan limaskap og kunnu luttaka til ymiskar kappingar, eitt nú kann føroyska fótbóltsliðið kvalifisera seg til evropameistaraskapið, EM, ið er fjóðra hvørt ár. Tað eru bert til teir olympisku leikirnir, at ítróttarfólk í hesum ítróttargreinum eru tvungin at luttaka undir danska flagginum.

Ein av hesum átta ítróttargrienum, er fótbóltur. Føroyskur fótbóltur er viðurkendur av altjóða fótbóltssambandinum, FIFA og UEFA, tí evropeiska fótbóltssambandinum. Tó var henda viðurkenning ikki vunnin uttan tógvið stríð. Søkt var um limaskap í UEFA síðst í 70-árunum, men hann varð ikki játtaður fyrr enn eini tíggju ár seinni. Støðan er uppaftur verri fyri meginparturin av føroyskum ítróttargreinum, sum ongan altjóða leikvøll hava. Talan er um einar fimmtan-sekstan ítróttargreinar. Eitt nú er frælsur ítróttur noktaður limaskap í altjóða atletikksambandinum. Grundgeving er, at Føroyar ikki hava góðkendan limaskap í IOC.

Í tíðindasendingini hjá BBC verður sagt, at:
- Uttan at kunna miðja móti olymiskum heiðursmerkjum, er ótti fyri, at framtíðar ættarlið ikki koma at gagnnýta teirra dygdir til fulnar.

ÍSF gevur ikki upp
Tey, ið standa á odda í hesum stríðnum, fara undir ongum umstøðum at sleppa málinum. Tvørtur ímóti. Eftir drúgt og stríggið stríð við IOC, hevur ÍSF nú sett sær fyri, at arbeiða meira miðvíst, so tað alla tíð er gongd í málinum. ÍSF peikar á góðu úrslitini hjá íðkarum og liðum, ið kunnu sigast at vera sera góð, kanska serliga í mun til fólkatalið. Eisini visa tey á allar hentleikar og íløgur, ið verða gjørdar til frama fyri føroyskan ítrótt. Vit vilja greiða fólki frá og vísa teimum, at vit eru ein sjálsvtøðug ítróttartjóð.

Hetta er eingin løtt uppgáva, og eingin broyting hendur yvir nátt, men Petur Mittún er jaligur:
- Vit fortelja ta góðu søguna umaftur og umaftur, og vóna, at onkur einaferð ikki orkar at lurta eftir okkum meira og umsíður játtar okkum limaskap.

Hann heldur fram:
- Nógv hava eina primitiva ímyndan av Føroyum og hava torført at ímynda sær eitt ordiligt ítróttalív, men henda myndin broytist, tá tey koma higar.

Petur Mittún, greiðir frá, at júst hetta var eisini orsøkin og ætlanin við vitjanini av bretsku tíðindafólkunum. Vitjanin kom upp í lag, tí ÍSF hevur samband við eina eingilska samskiftisfyritøku, sum hevur samband við BBC, og BBC helt hetta vera eina spennandi søgu.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður